Gongur rætta vegin við osonlagnum

Eftir at ólóglig framleiðsla av evninum CFC í Kina varð steðgað í 2018, er mongdin av skaðiliga evninum minkað osonlagnum

Ari av Rana
11. februar 2021 kl. 11:51

Nýggjastu kanningarnar vísa at mongdin av evninum CFC í lofthválvinum er byrja at minka aftur. CFC er skaðiligt fyri osonlagið, sum verjir Jørðina móti ultraviolettum strálum.

Tað var í 1985 at granskarar funnu eitt hol í osonlagnum og í 1987 gjørdist heimsins tjóðir samdar um at forbjóða nýtsluna av evnum, sum bróta niður osonlagið. Ár fyri ár var brúkið avmarkað, inntil tað var heilt forboðið í 2010. Síðani tá er holið í osonlagnum minkað munandi.

Mongdin av CFC var tó vaksandi aftur seinastu árini, inntil kanningar avdúkaðu ólógliga framleiðslu av evninum í eysturpartinum av Kina í 2018. Nú er framleiðslan steðgað og aftur sæst at mongdin av CFC í osonlagnum er minkandi.