Aftur í gjár varð ein bilførari tikin tí hann ikki helt seg til ferðsluljósini við tunlarnar Norður um Fjall.
Tað vísir seg at ganga illa hjá bilførarum at halda seg til ferðsluljósini, men tað er eitt, løgreglan er farin at halda eitt vakið eyga við.
Sostatt eru fleiri bilførarar tiknir í seinastuni tí at teir hava koyrt, hóast ljósini lýsa reytt so at hann skuldi ikki koyra, men bíða eftir grønum ljósi. Og aftur í gjár var ein bilførari so ótolin, at hann hevði ikki tíð at bíða til ljósið varð grønt so at hann hevði loyvi at koyra.
Revsingin fyri tað er ein bót upp á 1.500 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið.
Í Kollafjørði var ein bilførari so ótolin, at tað kostaði honum bæði 1.500 krónur í bót, og eitt klipp í koyrikortið.
Beint norðan fyri Kollafjarðartunnilin er hindrunarstrika, sum bilar ikki hava loyvi at fara yvir um. Av tí sama ber heldur ikki til at yvirhála á hasum strekkinum.
Men ein bilførari, sum kom koyrandi handan vegin í gjár, helt, at bilurin framman fyri koyrdi so seint, at hann misti tolið og fór um hindrunarstrikuna fyri at yvirhála. Men løgreglan sá tilburðin og var eingin vegur uttan um eina bót og eitt klipp í koyrikortið.