Gongur framvegis væl hjá Hiddenfjord

 - Vit skulu ikki lata illa at, tí árið í fjør gekk væl, og sjálvt um vit sjálvandi hava merkt broytingar síðan koronu-smittan fór at gera um seg, so hevur hon eisini givið okkum høvi til at fara ígjøgnum allar prosessir fyri at tryggja, at vit reka okkara fyritøku so skynsamt sum vit á nakran hátt kunnu, sigur Atli Gregersen, sum umframt at vera stjóri eisini er annar av eigarunum av alifyritøkuni Luna

Sveinur Tróndarson
17. juli 2020 kl. 12:33

- Tá vit sóu, at koronan kom gjørdu vit av, at taka tað, sum vit skuldu taka, og kanska heldur meira enn tað, sum vit annars áttu at havt tikið. Vit vildu ikki koma at standa í tí støðu, at vit brendu inni við fiski, tí tað hevði bara gjørt støðuna uppaftur verri.

Tað sigur Atli Gregersen, sum er stjóri í alifyritøkuni Luna, sum hann eisini eigur saman við bróðrinum, Regini. Fyritøkan virkar í vestara parti av landinum, har nógv tann størsti parturin av virkseminum er í Vágum og Vestmanna.

Luna er ein av trimum alifyritøkum í landinum, og hevði við árslok í 2019 eina eginogn uppá góðar 800 milliónir krónur, og tey seinastu seks árini frammanundan hevði fyritøkan eitt avlop fyri skatt uppá umleið 1,2 milliardir krónur.

Her skal havast í huga, at Luna er ein av teimum minnu alifyritøkunum í landinum, og tí vísir gongdin hjá felagnum, hvussu væl tað í grundini hevur gingið hjá alivinnuni seinastu árini.

Tað staðfestir Atli Gregersen eisini, tá vit samtala, og útlitini fyri árið ár vóru eisini sera góð, tá hetta árið byrjaði.

Men so kom korona-smittan, og hon broytti rættiliga nógv. Og hóast sum so kanska ikki hava verið so hart rakt, so hevur korona-smittan eisini havt avleiðingar fyri føroyskt vinnulív. Harímillum alivinnuna.

- Føroyskir alarar skulu nokk ikki klaga, tí tað hevur gingið væl í nógv ár og ger tað framvegis, og tað ger tað fyrst og fremst, tí vit hava eina góða vøru, sum hevur gott umdømi, og tí eri eg ikki bangin fyri um vit sleppa av við fiskin, tí tað gera vit. Men sjálvandi merkja vit eisini niðurgongdina í prísinum, sigur Atli Gregersen.

Hava tillagað virksemið
Fyri hann hevur tað altíð havt stóran týdning at hava fingurin á pulsinum.

Tí fylgir hann væl við í tí sum hendir, og tá tað legði upp til, at koronan fór at gera um seg uttanfyri Kina eisini, skuldi ein støða takast til, hvussu tey hjá Luna skuldu bera seg at.

Sjálvur hevði Atli Gregersen søguna at hella seg uppat, og hann gjørdi av, at hann ikki skuldi gera sama mistak, sum langabbin í Fuglafirði gjørdi fyri umleið 100 árum síðan.

- Heldur enn at selja fiskin, tá kreppan byrjaði, valdi hann at goyma hann við tí úrsliti, at hann spiltist og fór fyri skeytið, og hann fór á heysin av tí. Ta støðuna vildu vit ikki koma í, og tí gjørdu vit av heldur at taka meira enn minni, tá koronan kom, greiðir hann frá.

Í nógv ár hevur prísurin á laksi verið øgiliga høgur, men í ár upplivdu alarar í eitt stutt tíðarskeið, at marknaðarprísurin var lægri enn framleiðsluprísurin. Hóast fyritøkurnar hava nógv at taka av, sigur tað seg sjálvt, at tað ber ikki til í longdini at ala við undirskoti.

Tí hevur leiðslan í Luna gjørt av at tátta í, har sum tað kann táttast í.

- Tað hava vit gjørt, ja. Tá henda kreppan byrjaði, settu vit okkum at hyggja okkara ætlanir ígjøgnum við tí fyri eyga at síggja, hvat mátti gerast og hvat kundi bíða. Eingin visti, hvønn veg tað fór at ganga, og tí sóu vit tað sum okkara skyldu at taka tey atlit sum skuldu takast, tá útlitini gjørdust sum tey gjørdust, greiðir Atli Gregersen.

Hugt eftir øllum prosessum
Tá oljuvinnan í síni tíð rendi seg í teir trupulleikar, sum merkja hana enn, rendi hon seg í trupulleikar, sum vóru ógvuliga torførir at loysa.

Vinnan hevði tá koyrt við fullari ferð í nógv harrans ár, við tí úrsliti, at kostnaðarstøðið var farið beint upp í loft. Avleiðingin av stóru niðurgongdini var, at nógvar fyritøkur brutu nakkan, tí tær høvdu ikki umstøður til at halda til tað høga kostnaðarstøði.

Ógvusliga afturgongdin hevði við sær, at fyritøkurnar máttu smekka bremsurnar í, og tað hevði aftur við sær, at kostnaðarstøði fall so nógv, at norska oljuvinnan í dag fær arbeiðir gjørd fyri ein brotpart av tí sum hon fekk frammanundan.

Hóast støðan í alivinnuni ikki heilt kann samanberast við støðuna í oljuvinnuni tá, so stóð at lesa í norska netmiðilin Intrafish herfyri, at tað var skeivt at lata eina slíka kreppu fara til spillis. Og tað er kanska eitt sindur tann vegin tað er hjá Luna.

- Marknaðarstøðan hjá okkum er góð, men tá hetta byrjaði, vistu vit ikki hvønn veg tað fór. Alivinnan, og alt samfelagið, hevur koyrt við fullari ferð seinastu nógvu árini, og vit hava ikki givið okkum nóg góðar stundir til at fara ordiliga ígjøgnum alt, tí tað altíð var okkurt annað, sum hevði størri týdning, greiðir Atli Gregersen frá.

Tað høvið kom nú, og hesaferð tóku tey ta tíð, sum var neyðug.

- Vit hava hugt eftir øllum viðurskiftum í fyritøkuni við tí fyri eyga at síggja, hvussu vit kundu lækka kostnaðirnar og harvið framleiðsluprísin soleiðis, at vit fáa tað sum vit skulu brúka fyri tann rætta prísin, og vit eru farin inn í eina tilgongd at rætta til, har sum vit kunnu, sigur hann.

Framleiðslan nógv økt
Hiddenfjord – ella Luna, sum partafelagið eitur – er ein av teimum minnu alifyritøkunum her heima.
Hetta skal ikki skiljast sum, at talan er um eina lítla fyritøku, tí tað er hon ikki. Hyggja vit eftir teimum báðum nýggjastu almennu roknskapunum, sum eru skrásettir í dátugrunninum hjá Vinnuvitan.biz, tað eru teir fyri 2017 og 2018, so vísa teir, at fyritøkan hevur selt fyri næstan 700 milliónir krónur. Og í 2019 var sølan á leið tann sama.

Í hesum tølum liggur, at fyritøkan er vaksin rættiliga nógv seinastu árini. Hyggja vit aftur til 2007, so síggja vit, at Luna tá framleiddi 4.000 tons av alifiski.

- Í dag liggur framleiðslan ímillum 14 og 15.000 tons, so framleiðslan er fýrafaldað hesi seinastu 13 árini, sigur Atli Gregersen.

Tað hevur havt við sær, at høvuðsfokus hevur verið á øðrum viðurskiftum enn at vera 100 prosent tilvitaður um kostnaðir.

- Hetta skal ikki misskiljast sum, at vit hava oyðsla við pengum, tí tað hava vit ikki. Vit eru bara  rakt av tí sama, sum restin av samfelagnum verður rakt av, tá hjólini mala so skjótt sum tey hava gjørt seinastu mongu árini, greiðir Atli Gregersen frá.

Nú kom møguleikin so at fara ígjøgnum alt virksemið hjá fyritøkuni, og tann møguleikan hevur fyritøkan ikki latið fara framvið.

- Tað hevur altíð verið okkurt, sum hevur verið meira átrokandi enn hetta, men vit hava lagt dent á at gera tað, sum skal til fyri at fáa tamarhald á kostnaðarstøðinum. Hetta er eitt arbeiði, sum er neyðugt at gera hjá øllum fyritøkum, eisini okkara, leggur hann afturat.

Stóran týdning
Tað er einki at ivast í, at fyritøkan hevur stóran týdning fyri Vágar.

Við sínum 150 arbeiðsplássum telist Luna millum tey størstu arbeiðsplássini í oynni, og soleiðis skal tað helst eisini vera frameftir.

Einki er, sum bendir á tað øvuta, tí sølan er framvegis góð, slær stjórin fast, umdømi hjá føroyskum laksi er framúr, og marknaðaratgongdin er eisini góð.

- Vit kunnu ikki klaga um gongdina. Tað, sum vit hava gongd í beint nú snýr seg um at tryggja, at fyritøkan er trimmað og lagað til tær umstøður, sum eru galdandi, og málið við tí er at tryggja, at vit eisini hava eina sterka fyritøku frameftir. Vit hava tillagað fyritøkuna við teimum broytingum, sum hava verið neyðugar, bæði tá tað snýr seg um stór smolt, um lúsaviðger og annað mangt, nú gera vit tað eisini, tá tað snýr seg um kostnaðir, sigur hann.