Gongur einki serligt við nýggja sosiala miðlinum hjá Trump

Nýggi sosiali miðilin hjá Donald Trump skuldi vera tann besti á marknaðinum, men byrjanin hevur verið alt annað enn góð

Sigurjón Einarsson
4. apríl 2022 kl. 13:34

Næstan ein hálv milliónir amerikanarar bíða enn at fáa atgongd til nýggja sosiala miðilin, sum Donald Trump kunngjørdi til miðlarnar í oktober í fjør

Her segði fyrrverandi forsetin millum annað, at nýggi sosiali miðilin fór at vera tann besti á marknaðinum og at Truth Social, sum sosiali miðilin verður nevndur, fór at kollvelta skrivi- og talufrælsi á netinum.

Truth Social kom á marknaðin í februar, men fyrsta tíðin hevur verið merkt av nógvum tekniskum trupulleikum og tí eru “bert” beint yvir milliónina á nýggja sosiala miðlinum.

"Tú ert nummar 1.419.631 í røðini"
Brúkarar, ið gjarna vil fáa atgongd til nýggja miðilin, eru sett á ein bíðilista, og nógv hava bíðað leingi. Ein tíðindamaður hjá BBC skrivar í grein á heimasíðuni hjá BBC, at hann hevur bíðað í fleiri vikur at fáa atgongd til Truth Social. Ístaðin er hann settur á ein bíðilista sum nummar 1.419.631 í bíðirøðini.

Sosiali miðilin hjá Trump líkist nógv Twitter, har fyrrverandi amerikanski forsetin er bannaður fyri lívstíð, men serfrøðingar undrast yvir, hví tað tekur so leingi at rætta teknisku feilirnar.

Og tey, sum eru sloppin framat nýggja miðlinum lata heldur ikki væl at Truth Social, tí har hendir lítið, ov fá fólk og so hevur Donald Trump sjálvur ikki verið at sæð ella hoyrt á Truth Social í meira enn ein mánað.

Truth Social er eisini dottið úr topp 100-listanum yvir appir, sum eru tiknar niður hjá Apple.