Kommunan skal fevna allar borgarar og virka fyri góðum og tryggum umstøðum fyri ung, eldri, tey við skerdum rørsluførleika og tey við serligum tørvi. Vit skulu hava ein grønan bý, nógv fríøki sum t.d. Grasagarður og so mugu kloakviðurskiftini raðfestast beinanvegin.
Tung ferðsla er til og frá havnaøkinum fram við stond og her má skipast ein trygg breyt til allar borgarar niðanfyri vegin Yviri við Stond, tvs. knýta havnaøkið og Hoydalar saman til tørvin hjá bleytu ferðsluni soleiðis, at hesi trygt kunnu njóta vakra túrin fram við strond til gongu, í koyristóli, renna, súkla og eisini kunna spæla við børnunum í sjóvarmálanum í góðveðri.
Vilt tú hava eina skjóta og góða loysn á hesum málum og tørvinum sum heild?
Set X við Robert Vilhelmsen á lista C Javnaðarflokkurin - Vit fremja úrslit