Gongdin í Suðuroynni er katastrofal og skal gongdin vendast, er tað ein avgerðandi fortreyt, at nøkur viðurskifti fáast í rættlag og tað er samferðslan og arbeiðsmarknaðurin.
Tað heldur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.
Herfyri skrivaðu vit frá Hagstovuni, at hesi seinastu 30 árini er fólkatalið í Suðuroy minkað yvir 500 fólk. Bara hetta seinasta árið er fólkatalið í Suðuroy. minkað 50 fólk. Hesi seinastu 20 árini er fólkatalið.
Bjarni Johansen ásannar, at tað verður neyðugt at at taka álvarslig stig fyri at venda gongdini.
Hann heldur, at eru serliga tvær orsøkir til afturgongdina. Og tað er, at tað er ov lítið til at støðugum og tryggum arbeiðsplássum, og so er samferðslan alt ov svikalig.
– Fiskavirki og kryvjivirki av ymsum slagi eru ikki nóg trygg arbeiðspláss, tí arbeiðið er ov óstøðugt, heldur borgarstjórin í Vági.
Tað eru viðurskifti, sum mugu fáast í rættlag. Og so mangla tað eisini størv til fólk við útbúgving.
Eitt, hann saknar, er, at almenn arbeiðspláss ikki verða skipað soleiðis, at ber til at sita í Suðuroy og arbeiða, hóast stovnurin er norðan fyri.
Er tað nakað, korona lærdi okkum, er tað, at tað ber væl til at arbeiða heimanífrá í nógv størri mun enn vit gera nú.
So tað eigur ikki at vera nakað í vegin fyri, at fólk kunnu arbeiða fyri stovnar norðanfjørðs, hóast tey búgva í Suðuroy og arbeiða ein part av tíðini heimanífrá, um tey so av og á fara norðureftir.
Men tað verður eisini neyðugt at fáa samferðsluna í eina trygga legu. Hon er katastrofal, tí allar hesar seinkingarnar, broytingarnar og avlýsingarnar hjá Smyrli av veðri, tekniskum brekum og umvælingum. eru ikki til at bjóða fólki.
– Tað er ómøguligt at hava álit á ferðasambandinum og sum støðan er nú, tað ber als ikki til, at leggja nakað til rættis, sigur Bjarni Johansen.
Samstundis førir tað mangan stórar eyka útreiðslur við sær, tí ofta tora tey, sum skulu norðureftir, ikki at bíða til seinasta túr, tí vandi er altíð fyri, at ólag kemur á siglingina. Og ofta sleppa tey, sum eru norðan fyri, heldur ikki suður aftur tá ið tey ætla sær.
Og alt tað kostar pengar hjá fólki, leggur hann afturat.
Hann heldur, at myndugleikarnir eiga at økja túratalið við tyrluni og at økja túratalið við Smyrli. Verður tað neyðugt at sigla um náttina fyri at bøta um reglusemi, eigur tað at verða gjørt.
Annars arbeiðir Strandferðslan við at samskipa farmaflutningin við Smyrli so at teir túrarnar, har tað ikki er so nógvur farmur, verða betri útnyttaðir. ½
Samstundis skulu vit hava eina bíleggingarskipan, har fólk kunnu keypa sær ferðaseðil til bil á internetinum
Borgarstjórin í Vági hevur ikki rættiliga álit á, at tað fer at hjálpa. Men ein bíleggingarskipan fer kortini sjálvandi at gera tað lættari hjá ferðafólkum, sum ferðast nógv, at tey altíð kunnu tryggja sær pláss við Smyrli.
– Tað er nógvur farmur, sum ikki kann flytast til aðrar túrar, tí flutningsfeløgini hava fastar fráferðir úr Føroyum so tann farmurin kann ikki flytast, sigur Bjarni Johansen.
Tí heldur hann ikki, at ein bíleggingarskipan við Smyrli fer at loysa trupulleikan við fraktini.
– Vit liva í eini tíð, har fólk ferðast nógv meir enn fyrr, og tað setir krøv til samferðsluna, og her má okkara einasta farleið fylgja tíðini hjá okkum sum búgva í Suðuroynni, sigur Bjarni Johansen.
Bjarni Johansen heldur annars, at tað er neyðugt at fara undir Suðuroyartunnilin sum skjótast, tí í longdini er hetta tað einasta, sum kann bjarga Suðuroynni.
Hann vísir á, at Suðuroyartunnilin er sum Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin tilsamans, men samfelagið steðgaði ikki upp, tá ið teir vórðu gjørdir, tvørtur ímóti gekk alt, sum vanligt.
Tí vænti eg eisini, at Suðuroyartunnilin verður gjørdur, tí tað er eingin grund at vænta, at hann er so dýrur, at alt fer at steðga upp fyri tað, sigur Bjarni Johansen.