Ferðavinnufelagið mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið um burðardygga ferðavinnu. Tað sigur felagið í almennari fráboðan í morgun, nú Løgtingið fer at atkvøða um málið í dag.
Høgni Hoydal hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um gongd í haga, ella um eina burðardygga ferðavinnu, sum tað eitur.
Men í viðgerðini í Løgtinginum eru stórar og grundleggjandi broytingar gjørdar.
Tað er torført at síggja, hvat samgongan og Sambandsflokkurin eru samd um, uttan tað, at nú verður tað sum longu er galdandi í dag, bara staðfest við lóg, sigur Ferðavinnufelagið.
– Ikki nokk við tí, so kemur eisini eitt gjald á ferðavinnuna, leggja tey afturat.
– Verður lógin samtykt, kann tað fáa stórar avleiðingar fyri føroyska ferðavinnuna, sigur felagið.
Tey siga, at tað ljóðar rætt tá ið sagt verður, at jarðareigarar kunnu taka pengar fyri eina tænastu.
– Men verður hugt eftir lógaruppskotinum, er lýsingin av eini tænastu nakað heilt annað, enn hvat flest ferðafólk høvdu væntað. Eitt nú er verður tað ein tænasta “at vera til taks” ella at ferðafólk hava atgongd til eina gjørda gøtu.
Men tað verður ikki lýst yvirhøvur, hvar ein gjørd gøta er.
– Tað er júst hetta sum er trupulleikin í fleiri støðum í dag, og tí er hetta bert at blástempla verandi óskil, sigur ferðavinnufelagið
Tey halda somuleiðis at tað er ikki rætt at gera so sjónligan mun á føroyingum og útlendingum
– Í lógaruppskotinum verður stórur munur gjørdur á føroyingum og útlendingum, tí føroyingar kunnu ganga ókeypis á gøtum, men ferðafólk skulu rinda.
Ferðavinnufelagið heldur, at tað fer at vera sera torført og ódámligt at arbeiða eftir hesum, bæði fyri ferðafólkini, men eisini fyri føroyingarnar, ið skulu krevja gjøldini inn.
Harumframt stendur í uppskotinum, at gjøldini skulu vera rímilig, uttan at lýsa hvat eitt rímiligt gjald er.
– Verandi lóggáva loyvir ikki jarðareigarum at taka gjøld fyri at loyva ferðafólki í hagan, leggja tey afturat.
Tí heitir Ferðavinnufelagið á løgtingsfólk um at vera serliga varin áðrenn tey atkvøða. Tey siga, at flestu løgfrøðingar eru nevniliga á einum máli um, at eftir verandi lóg, hava jarðareigarar ikki loyvi at taka gjøld fyri at loyva ferðafólki í hagan, hóast har eru fleiri dømi um, at hetta er tað verður gjørt kortini.
– Við nýggja uppskotinum fáa jarðareigarar loyvi at taka gjøld, og tað verður sera torført, at broyta hetta aftur, uttan stór endurgjaldskrøv, sigur Ferðavinnufelagið.
Ferðavinnufelagið mælir tí løgtingsfólkunum til at steðga á og ikki at skunda nakað ígjøgnum, sum ikki er nóg væl viðgjørt.