Arbeitt verður framvegis við málinum, so at teir útsiglarar, sum hava goldið til Heilsutrygd av órøttum, fáa pengarnar aftur.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Í fleiri ár hevur hava útisiglarar rinda til Heilsutrygd av órøttum. Rættarskipanin hevur staðfest, at útisiglarar, sum rinda til eina sosiala skipan í einum øðrum landi, sum er við í Nordisk Konvention om Social Sikring, skulu ikki eisini rinda til Heilsutrygd.
Og nú hevur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spurt hana, nær teir fáa pengarnar aftur.
Margit Stórá sigur, at hon hevur tikið málið upp og ein arbeiðsbólkur er farin undir arbeiðið at broyta lógina um Heilsutrygd soleiðis, at heimild fæst til at rinda gjaldið teimum, sum hava goldið av órøttum, peningin aftur.
Margit Stórá sigur, at ætlanin er at leggja uppskot um hetta fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, sum annars endar á ólavsøki næsta ár.
Annars sigur landsstýriskvinnan, at uppskot um rinda teimum pengarnar aftur varð lagt fyri Løgtingið longu í 2017. Men málið fall burtur, tí Løgtingið fekk ikki avgreitt tað áðrenn tingsetan endaði.
Margit Stórá sigur, at síðani varð málið lagt fyri rættin og tá ið tað varð endaliga avgreitt, tók hon málið upp í landsstýrinum. Landsstýrið tók undir við, at lógin skal broytast, so at tey fáa heimild til at teimum, sum hava goldið Heilsutrygd av órøttum, kunnu fáa pengarnar aftur.
Landsstýriskvinnan sigur, at ein uppgáva hjá arbeiðsbólkurin, ið er settur at gera hetta lógaruppskotið, er eisini at gera eina meting av, hvat tað fer at kosta Heilsutrygd, ella landskassanum, at rinda pengarnar aftur.
Men arbeiðsbólkurin er ikki liðugur, og tí ber ikki til at siga, hvat tað fer at kosta, sigur Margit Stórá.