Yvir 400 skip lógu og bíðaðu eftir, at proppurin – Ever Given – skuldi verða tikin úr Suezveitini. Tað tók sína tíð at fáa stóra bingjuskipið leyst, og tað hevur eisini tikið eitt sindur av tíð at fingið øll skipini, ið bíðaðu, ígjøgnum veitina, men nú er gongd aftur komin á skipaferðsluna gjøgnum veitina.
Tað veit Reuters at siga.
Hóast skipaferðslan nú komin í rættlag aftur, so er tað eitt skip, sum liggur við kai og bíðar eftir síni víðari lagnu, tí myndugleikarnir í Egyptalandi hava fyribils lagt hald á skipið og krevja trygd fyri beinleiðis útreiðslur í samband við bjargingararbeiðið og tapið av, at veitin var stongd í nakrar dagar.
Kravið ljóðar á eina milliard dollarar. Hóast hetta talið er høgt, so meta serfrøðingar hesa upphæddina sum eitt uppskot til samráðingar. Myndugleikarnir, ið varða av veitini, krevja, at taivanska reiðaríið Evergreen skal gjalda 14-15 milliónir dollarar í endurgjaldi fyri hvønn av teimum seks døgunum, sum skipið sat fast í veitini.
Hartil er eitt krav, at reiðaríið skal gjalda fyri bjargingina, sum skal roknast út frá, hvat virði skipið og farmurin hevur. Tað talið er komið upp á 3,5 milliardir dollarar.
Til hetta ella annað verður avgjørt, so situr Ever Given enn fast í Suezveitini – hesaferð afturhildið av myndugleikunum.
Kelda: Reuters og Berlingske