Ongi úrslit

Gomul leiku fáa nýtt lív á barnafestivali

Hvussu sleppa vit undan ovurnýtslu? Eitt, sum kann hjálpa, er at gera ting í stand, tá ið tey brotna ella gerast í ólagi. Tí bjóðar Norðurlandahúsið børnum at koma á umvælingarverkstað á barnafestivalinum Frítt Flog 29. og 30. mars kl. 10-13.

Tíðindaskriv
Í gjár kl. 09:55

Vit liva í einum samfelag, har vit hava ríkiligt av øllum, men áhaldandi keypa nýtt. Av og á kann vera gott at steðga á og hugsa okkum um, hvat vit í veruleikanum hava tørv á. Um vit nýta hugflogið, so hava vit kanska ikki brúk fyri so nógvum afturat - tí hugflogið er nógv kulari og ótrúligari enn nakað, tú kanst keypa í einum handli. Hetta er boðskapurin á ársins barnafestivali Frítt Flog – Rimmarland.

 

Her kunnu børn spæla og arbeiða kreativt og fáa møguleikan at kanna nýtslu á ein stuttligan og læruríkan hátt. Tey kunnu m.a. vitja umvælingarverkstaðin, har mekanisk og elektronisk leiku fáa nýtt lív. Kanska fjarstýrdi bilurin fer at koyra aftur, og kanska spælihundurin aftur fer at goyggja.

Kári á Torkilsheyggi frá Elektronikkskúlanum og Oddmar Dam standa fyri umvælingarverkstovuni. Teir taka ímóti leikum við mekaniskum og elektroniskum lutum, so sum leikum ið røra seg, lýsa ella geva ljóð frá sær. Tað vil siga tíverri ikki bamsum, plastleikum ella tílíkum. Ikki ber til at umvæla øll leiku, men teir fara at gera sítt ítasta.

 

Børnini kunnu hava eitt leika við í part og tey kunnu fylgja við í umvælingini, fyri at læra hvussu leikan er bygd. Kanska tað kann geva íblástur til sjálv at umvæla ting har heima, næstu ferð okkurt verður í ólagi.

 

Frígg Flog verður í Norðurlandahúsinum 29. og 30. mars. Festivalplass kann keypast á www.nlh.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10