Íslendska fótbóltslandsliðið hjá monnum hevur í nógv ár verið í brennideplinum fyri tey frálíku úrslitini, sum liðið hevur fingið í stórum kappingum.
Hóast úrslitini í seinastuni kanska ikki hava verið júst líka góð, er manslandsliðið aftur í brennideplinum, men hesaferð er orsøkin alt annað enn fótbóltur. Og í gjárkvøldið, sunnukvøldið, gjørdist málið so tyngjandi fyri nevndina í íslendska fótbóltssambandinum, KSÍ, at forsetin legði frá sær. Orsøkin er, at Guðni Bergsson hevur sagt ósatt um málið. Hann hevur hildið uppá, at fótbóltssambandið einki visti um ákærurnar, men sambært tí, sum er komið fram í bæði RUV og í Støð2, er tað ósatt, og tí legði forsetin í íslendska fótbóltssambandinum frá sær í gjárkvøldið.
Talan er um eina hending, sum fór fram á einum náttklubba í Reykjavík í september 2017.
Málið kom alment fram, tá Þórhildur Gyða Arnarsdóttir greiddi íslendska ríkissjóvarpinum frá, at ein av leikarunum á íslendska manslandsliðnum í fótbólti hevði gjørt seg inn á hana.
Hon meldaði málið dagin eftir, saman við einari aðrari kvinnu, sum eisini hevði verið úti fyri tí sama frá sama leikara, men løgreglan fekk einki burtur úr kanningum sínum.
Í sendingini hjá RUV sigur forsetin í íslendska fótbóltssambandinum, at KSÍ ikki hevur fingið nakra fráboðan um málið, men tað verður seinni prógvað at vera ósatt, tí millum annað hevur hann, í mars 2018, tosað við pápa kvinnuna, og hann hevur eisini samskift við forseta Íslands um málið.
Þórhildur Gyða Arnarsdóttir greiddi í sendingunum frá, at advokatar umboðandi fótbóltsssambandið høvdu boðið henni eina semju, har hon fekk pening aftur fyri einki at siga. Tað vildi hon tó ikki skriva undir, segði hon við íslendska ríkissjónvarpið.
Sum skilst, er spælarin, sum talan er um, Kolbeinn Sigþórsson, sum í løtuni spælir fyri svenska felagið IFK Göteborg. Hann var úttikin til landsdystirnar hesa vikuna, men hann er ikki longur við í hópinum, og sambært íslendska blaðnum, Vísir, er tað nevndin í KSÍ, sum hevur tikið hann úr hópinum.
Fyri at gera ilt verri, er hetta eftir øllum at døma ikki tað einasta málið, sum tyngir fótbóltslandsliðið. Í samrøðu við Støð2 sigur Þórhildur Gyða Arnarsdóttir, at hon veit um minst seks núverandi og fyrrverandi leikarar á manslandsliðnum í fótbólti, kanska sjey, sum eisini hava gjørt seg inn á kvinnur. Harumframt er kendasti íslendski leikarin í løtuni, Gylfi Þór Sigurdsson, sum hevur sáttmála við enska felagið Everton, tikin fyri kynsliga at hava gjørt seg inn á eitt barn. Tað málið verður enn kannað.
Tað er tí lítið at ivast í, at tað verður meira at hoyra um hetta málið í íslendskum miðlum.