Góðu Suðuroyingar, óttist ikki!

Suðuroyartunnilin kemur, og mest sannlíkt verður tað uttan fíggjarmálaráðharran

Bjarni Hammer
27. juli 2024 kl. 19:43

Suðuroyartunnilin kemur, og verður tað við ella uttan fíggjarmálaráðharran, mest sannlíkt uttan.

At ein lítil partur av politisku skipanini ikki vil minka um sosiala ójavnan og framhaldandi vil kúga ein part av Føroyum, er óskiljandi.

Veruleikin er tann, at Løgmaður, leiðarin av hesum landi, eisini Suðuroynni og av yvirskipaða arbeiðinum viðvíkjandi Suðuroyartunlinum, hevur talað.

Fyrireikingarnar eru lidnar, tað er breið semja í politiska fylgibólkinum og í Løgtinginum. Tí verður lógin løgd fyri Løgtingið eftir ólavsøku og arbeiðið byrjar fyrst í komandi árið. Longrið er tann søgan ikki!

Veruleikin er tann, at vakra Suðuroyggin stendur á einum sera álvarsligum vegamóti. Tølini tala sítt týðiliga mál og er forsøgnin ræðandi. Okur kunnu ikki bíða longur.

Suðuroyingar vilja heldur ikki finna seg í, at framhaldandi verða hildnir fyri tað turra spott!

Suðuroyggin skal ikki brúkast, sum jarnbrot ella haldast til fanga, í einum búskaparligum eksperimenti hjá fíggjarmálaráðharranum, ið eini desperatari roynd at flyta fokus frá sínum egnu, væntandi førleikum á málaráðnum. Tílíkt er undir alt lágmark.

Nokk er nokk. Tíðin er NÙ!

Góða Ólavsøku

Bjarni Hammer,

løgtingsmaður