– Hetta var okkara besta avrik í kappingini. Kasakstan var sterkasta liðið, men vit stóðu okkum væl í hesum dysti. Vit vóru væl skipaðir og vardu væl. Seinastu fimm minuttirnir fyri hálvleik, tá ið vit gjørdu onkur smærri mistøk, kostaðu úrslitið, tí tá fekk Kasakstan tvey tøtt mál. Vit høvdu okkara mótálop og deyðbóltar, men tíverri lukkaðist ikki at skora.
Soleiðis sigur venjarin hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Eyðun Klakstein, við heimasíðuna hjá FSF, eftir at dreingirnir høvdu spælt síðsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Pühajärve í Estlandi.
Úrslitið gjørdist 2-0 til Kasakstan, sum skoraði málini í 42. og 44. minutti.
– Spælararnir hava fingið nógv burtur úr kappingini. Teir hava spælt tríggjar krevjandi landsdystir, og tað ger mun í menningini. Í dag avrikaðu teir væl betur enn í fyrsta dystinum, og nú kunnu vit koma heim at arbeiða víðari við liðnum fram ímóti NM, sum verður í summar, og EM-undankappingini, sum er á skránni í heyst, sigur Eyðun Klakstein.
NM verður í Noreg frá 2. til 11. august, meðan EM-undankappingin verður í Portugal í døgunum 14. til 23. november. Umframt Føroyar og Portugal, eru Kasakstan og Slovenia eisini við í bólkinum.
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo