Góði veljari

Eg bjóði meg fram til býráðsvalið í høvuðsstaðarkommununi sum valevni hjá Javnaðarflokkinum. Eg vil halda fram við tí góða arbeiðinum, sum vit hava gjørt hetta valskeiðið, alt við tí endamáli at kommunan verður betri, fjølbroyttari og meira livandi.

Kristianna Winther Poulsen
2. oktober 2024 kl. 20:00

Vit skulu hava ein høvuðsstað, har fólk kunnu liva eitt gott lív, og Tórshavnar kommuna skal vera fyri yngri og eldri, fyri láglønt og múgvandi, fyri støk og pør, fyri tilflytarar, fyri fólk undir útbúgving og á arbeiðsmarknaðinum. Her skulu gentur og dreingir, kvinnur og menn, trívast og ynskja at seta búgv. Høvuðsstaðurin skal IKKI bara vera fyri tey fáu.

Ein fjølbroyttur bústaðarmarknaður er alneyðugur. Eitt almannagagnligt bústaðarfelag skal setast á stovn, sum skal byggja eldrabústaðir, lestraríbúðir og bústaðir til teirra, ið annars ongan møguleika hava fyri at fáa tak yvir høvdið í høvuðsstaðnum. 

Eg veit, at hvør einasta króna, sum kommunan hevur at arbeiða við, er ein króna, sum skattgjaldarar hava rindað. Ein kommuna skal stýrast við størstu virðing fyri hesum krónum, og eg vil virka fyri fíggjarligum skynsemi.  

Sjálvandi er tað ikki ókeypis at reka eina góða kommunu, ið skal rúma øllum teimum menniskjunum, sum hvør sær og saman skapa og mynda okkara høvuðsstað. 

Neyðugar íløgur skulu gerast, og neyðugur rakstur skal til, fyri at kjarnuvælferðin innan dagrøkt og eldraøkið umframt aðrar tænastur frá kommununi kunnu vera nóg góðar.  

Politisku avgerðirnar í kommununi hava stóra ávirkan á gerandisdagin og á lívið hjá menniskjunum, sum búgva og virka her. Hetta skulu vit politikarar alla tíðina hava í huga. 

Tað er politikarin, sum er til fyri borgaran og ikki øvut. 

Hetta til valið fari eg á Facebook og á tíðindaportalunum at umrøða tey mál, sum eg vil virka fyri í høvuðsstaðarkommununi, um eg fái møguleikan. Vónandi hevur tú hug at lesa við. 

Kristianna Winther Poulsen, 

Valevni fyri Javnaðarflokkin