Góði veljari í Tórshavnar kommunu

Vit eru fleiri, sum elska Tórshavnar kommunu. Her er so gott at búgva, men kortini eru ymisk viðurskifti, ið kundu verði betri.

Astrið Breckmann
5. november 2024 kl. 18:17

Betri bústaðarmøguleikar og ein sosialur skattalætti eru tvey av mongu málunum, eg vil arbeiða fyri.

Tann sosialt rætti mátin at lækka kommunuskattin er at hækka botnfrádráttin, soleiðis at láglønt fáa lutfalsliga meiri í skattalætta enn onnur. Øll fáa tá sama krónutal í skattalætta og upphæddin munar mest hjá lágløntum og teimum ungu, sum til dømis arbeiða parttíð eftir skúlatíð. 

Kommunan skal fáa heimild til at hækka botnfrádráttin í stigum úr 30.000 krónum upp í 65.000 krónur, so hann samsvarar við botnfrádráttinum hjá landinum. 

Tað ber ikki til, at kommunan skal byrja at skatta láglønt longu, tá ið lønin kemur upp á 2.500 krónur um mánaðin, tá ið landið ikki byrjar at skatta, fyrr enn lønin kemur upp á 5.400 krónum um mánaðin. Vit mugu lata tey lágløntu og tey ungu eiga hesar fyrstu 5.400 krónurnar um mánaðin skattafrítt.

Hækkaður barnafrádráttur er eisini eitt gott hugskot, tí hetta bæði rakar sosialt rætt, har tørvurin er størstur á pengunum og betrar langtíðarhaldførið í føroyska búskapinum, um fleiri børn vórðu fødd.  Ein slíkur sosialur skattalætti saman við hækkaðum barnafrádrátti hevði verið ein Vinn/Vinn skattalætti.  

Bústaðarneyð og bústaðartrot eru evni, sum tíverri eru í okkara samfelag. Eg elski Føroyar, og eg haldi, at hetta má vera heimsins besta stað at liva og vaksa upp í. So trygt og gott hjá børnum. Fólk eru so hjálpsom, og tað virkar, sum øll kenna øll. Tí skilji eg væl, at fleiri og fleiri vilja búgva her, og at fólkavøkstur er í Tórshavnar Kommunu. Vit mugu tó hava góðar bústaðir, sum skapa tryggleika um okkara familjur og verja okkum væl frá regni og veðri.

Tíverri hava alt ov fá grundøki verið útstykkjað síðstu árini, og tí eru alt ov fáir bústaðir bygdir. Útboðið av bústøðum hevur als ikki klárað at nøkta tann økta tørvin á bústøðum, sum er í Føroyum og serliga í Tórshavnar Kommunu, millum annað orsaka av fólkavøkstri. 

Sethúsaprísirnir eru nú so høgir sum ongantíð fyrr, og vit eru fleiri, sum øtast og taka synd í ungum familjum, sum mugu fara undir ovurstóra lánsskuld fyri at fáa tak yvir høvdið.

Hetta má Tórshavnar Kommuna gera nakað við. Her mugu útstykkjast fleiri grundøki bæði til sethús, raðhús og íbúðir, soleiðis at útboðið fær eftirspurningin aftur, og javnvág aftur kemur á bústaðarmarknaðin og leigumarknaðin.


Verði eg vald í Tórshavnar Kommunu, er hetta eitt av mínum hjartamálum, sum eg fari at arbeiða við, soleiðis at fleiri útstykkingar og bústaðir verða gjørdir, so at familjur, ung og lesandi fáa rímiligar og normalar bústaðarmøguleikar aftur.

Um tú setir krossin við meg, Astrið Breckmann, vil eg arbeiða hart fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag og fáa góð og virðilig kor fyri bæði ung og gomul í okkara elskaðu kommunu.