Góði Dánjal systkinbarnið!

Kaj Leo Holm Johannesen skrivar minningarorð um systkinabarnið Dánjal Danielsen ættaður úr Mykinesi og búsitandi í Havn

Kaj Leo Holm Johannesen
6. november 2024 kl. 12:42

Eg sá teg fyri seinastu ferð í gjár, í kistu, nøkulunda á sama staði á Landssjúkrahúsinum sum sorgardagarnar eftir vanlukkuna 14. oktober 1991.

 

Tit bardust fyri lívinum, í myrkri í kalda sjónum, í tveir samfullar tímar.

Tit komu fýra aftur, og tríggir komu ikki aftur á lívi.

Tú Dánjal var tann eini, illa á holdum komin, meira deyður enn livandi, við einum kropshita á 27 C, tá tú kom við tyrluni á Landssjúkrahúsið.

Vanlukkan hendi eftir fjallgongu á Borgardali, eitt heystarkvøld á sjónum uttan fyri Mykines bygd.

Tá mistu vit báðir okkara pápar, sum vóru bestu vinir og svágrar og 62 ára gamlir, og vit mistu Eli svágur.

Løtan í gjárkvøldið, tá eg sá teg, rakti meg sum ein sleggja, og eg græt illa, hví!!!

Ár 1969/70 Hvør er hasin vakri ljóshærdi stórsmílandi víkingurin og fitti drongurin og tannáringurin sum fekk tað at síggja út sum Mykines bert var tað sandkornið, sum William Heinesen skrivar um.

Hetta er myndin eg fekk av hesum glaða dreingi, tá eg sum umleið 6 ára gamal kom til Mykinesar fyrstu ferð, við Keldu Jákup og gomlu Súluni.

Ein fyrimynd fyri meg, tí tú dugdi alt úti á bygd, sum eg ikki dugdi í Havn, og so øgiliga forkelaðir vit blivu, tá vit koma til Mykinesar sum børn hvørt summar, allastaðni.

Í Stallhúsi hjá Ruby og pápabeiggja Jógvan Meinhard Johannesen og Eyðun og Hans Michael og Ólav Kaj og Randi og Sunnevu og Katrinu og Handanágarðinum hjá Herrid og Luis og Helgu og Sigrun og Hervør og hjá mammu tíni, Fastir mínari, Josephinu og Martin Danielsen.

Kári og Jákup Alberg og Birgir vóru eisini okkara systkinabørn og eisini ofta í Mykinesi, og Ása var mostir tín, og fastir mín, og hon var gift við Olaf Nielsen.

Pannukøkur, drýlur, vaflur, kleynir, lunda, Súlu, vit fingu alt, ikki minst kærleika!

Nøkur ár aftaná segði pápi við okkum, nú kemur eitt nýtt systkin.

Heini abbi føddur Jacobsen og Marin omma fødd Holm úr Nólsoy og gift til Heina abba bónda úr handanágarðinum í Mykinesi, búðu eisini hjá okkum tá.

Dánjal kemur at búgva hjá okkum í Brøttulíð 10 segði pápi, hann hevur fingið lærupláss hjá Frits Jensen (Buglu Jensen) í Gundadali!

Yesss fýra systrar og ein nýggjan stórabeiggja, nú fái eg handan stórsmílandi Mykinesdrongin sum beiggja, tá var Dánjal um tannáringaaldur!

Eg var góður við Dánjal og hann við meg, eg koyrdi biltúr við Dánjal, eg lurtaði, tá hann spældi trummur í orkestri, eg hjálpti honum, tá hann hevði verið í býnum, eg hugdi tá hann arbeiddi upp á bilar, hann vandi eisini nakrar ferðir við HB, so var tað undarligt, hann var mín størsta fyrimynd.

Vit tosaðu oftani um, hvør bilur kundi koyra 160 km/t niðan forbí grøvina, BMW 2002 og so Toyota Supra og so møguliga hasin flotti Toyota Carina við hvítum leðursetrum, sum tit gjørdu aftur, tá hann var blivin buglaður.

Skermarnir og hurðarnar til bilin vóru í brøttulíð 10, tað var trongligt í kjallarnum við 25 livandi seyðum úr Mykinesi á hestartíð, áðrenn fletting og tá pápi stakk, har var nógv blóð, og Toyota eykalutir mitt í rokanum!

Vit vóru 10 fólk á umleið 90 kvm og 25 seyðir og fult av eykalutum í kjallarnum í Brøttulíð 10, nokk av plássi segði pápi, og lívið var herligt, pápi smíltist og segði, at vit høvdu nógv størri pláss enn í Stallhúsi í Mykinesi, sum var hansara barnaheim.

Tá eg mitt í øllum 1975/76 fór at halda við Eysturoyingi í tvey ár í kappróði, tá mátti eg forsvara tað, hart og sannførðandi fyri mínum vinfólkum, at eg sveik Havnarbátin.

Dánjal og beiggin Kári eru systkinabørn úr Mykinesi segði eg, og teir rógva við Eysturoyingi, so eg haldi við Eysturoyingi 

Dánjal var ein fittur fýrur, so sera behagiligur at verða saman við, aldrin illur, hatta stallhús skálkasmílið.

Dugdi síni ting til punkt og prikka, sum prestur segði.

Dánjal var maskinmeistari og sigldi við Polar Princess og Vesturvón, arbeiddi hjá Sev seinastu árini og var væl lýddur og dámdi sera væl hjá SEV, Dánjal teknaði og ordraði alt, tá hann bygdi teirra summarhús við Gjógv, niður til mm og alt passaði til UG.

Hann skemtaði eitt sindur við, at um hann var húsasmiður, so var tað nokk við cm.

Seinni flutti Dánjal niðan í íbúð hjá Rasmus pápabeiggja og Maritu á Marknagilsvegnum, har fekk hann eisini hjartarúm og húsrúm og Jaspur og Janet og Katrinu Mariu systkinabørnini sum bestu vinir!

Góði Dánjal farvæl og takk fyri teg og tín persón, og góða Jónvá og Kris Martin og Bára Josefina við familju og systkini Kári og konan Elin og Eydna og maðurin Ellindur við familju, vit familjan kondulera og syrgja tykkara stóra miss!