Góð uppliving hóast tepurt tap

Føroyska U16-landsliðið hjá gentum spældi týsdagin fyrsta av trimum dystum í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Bosnia-Hersigovina. Mótstøðuliðið var Slovenia, sum vann 1-0

(Mynd: fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
5. apríl 2022 kl. 22:45

– Eg eri sjálvandi ongantíð nøgdur við at tapa. Men avrikið í dystinum móti Slovenia er heilt góðkent, og eg haldi, at øll í hópinum kunnu hyggja hvønn annan í eyguni og siga, at vit gjørdu okkara besta, sigur venjarin, Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Týsdagin spældi føroyska U16-landsliðið hjá gentum fyrsta dystin í UEFA menningarkapping, sum í hesum døgum er á skránni í Bosnia-Hersigovina. Mótstøðuliðið var Slovenia, og úrslitið gjørdist 1-0 til slovenar, sum fingu einasamalla málið í 32. minutti.

Okkara ungu gentur hava nakrar ferðir áður spælt móti Slovenia, og hevur talan nærum hvørja ferð verið um sera tættar dystir, og soleiðis var aftur hesa ferð.

Venjarin valdi at byrja dystin við 11 teimum yngstu í hópinum, sum tilsamans telur 20 spælarar.

Í byrjanini sást, at hetta var fyrsti dystur í kappingini, og serliga fyrsta hálva tíman var spælið nógv órógvað av nervum, og slovensku genturnar vóru eisini leikliga omaná hesa løtuna.

Men sum fráleið komu okkara meir við – tær blivu tryggari á bóltinum – og tað, ið var eftir av dystinum, leikaði javnt á, við málmøguleikum til báðar partar. Bara hegnisligt spæl frá málverjunum gjørdi, at tað bara kom tað eina málið í dystinum, skrivar heimasíðan hjá FSF.

– Nú hyggja vit fram ímóti næstu uppgávu, sum verður móti vertslandinum, ið er mett at vera sterkasta lið í kappingini. So tað verður væntandi ein øðrvísi dystur, har vit allarhelst fara at koma undir størri trýst, sigur Sigtór Petersen.

Dysturin millum Føroyar og Bosnia-Hersigovina verður spældur hósdagin klokkan 15, føroyska tíð. Fjórða landið í kappingini er Norðurmakedónia.

Kelda: fsf.fo/Hans Erik Danielsen