Undirtøkan til skeiði við fyrrverandi svenska og íslendska landsliðsvenjaranum, Erik Hamrén, har dentur verður lagdur á leiðslu og taktiska venjing, er avbera góð. Yvir 60 venjarar hava boðað frá luttøku
– Tað er sjálvandi gleðiligt, at so nógvir venjarar melda til skeiðini, har vit ynskja at fáa royndar og áhugaverdar venjarar á vitjan. Hesaferð er talan um Erik Hamrén, ið millum annað hevur staðið á odda fyri bæði svenska og íslendska landsliðnum. So vit gleða okkum til ein spennandi dag á Tórsvølli í morgin, fríggjadagin, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltsamband Føroya, í viðmerking til heimasíðuna hjá fótbóltssambandinum.
Erik Hamrén var venjari hjá svenska manslandsliðnum í sjey ár, og tað eydnaðist honum at leiða Svøríki til EM-endaspølini í 2012 og í 2016. Higartil er Hamrén tann venjarin, sum í nýggjari tíð er skrásettur fyri flest sigrar sum svenskur landsliðsvenjari. Harafturat hevur Erik Hamrén eisini havt evstu ábyrgd av íslendska landsliðnum frá 2018 til 2020.
Áðrenn 65 ára gamli sviin tók við sum landsliðsvenjari í 2009, stóð hann á odda fyri fleiri stórfeløgum í Svøríki, Noregi og í Danmark. Í heimlandinum vann hann steypakappingina í fleiri umførum, og í Noregi og í Danmark eydnaðist honum at gerast meistari við ávikavist Rosenborg BK og AaB. Sostatt er talan um ein sera royndan venjara.
Impulsskeiðið við Erik Hamrén verður í Trinstovuni í nýggja bygninginum á vestursíðuna á Tórsvølli, og byrjar klokkan 10 í morgini árini.
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo