Góð tíðindi hjá hóttum djórasløgum í tropunum

Umfatandi granskingarverkætlan skal kanna, hvussu vit kunnu bjarga regnskógunum frá at gerast til bíligar matvørur og sápur

Thomas Gringer Jakobsen og Lív Reynheim
16. februar 2018 kl. 14:57

Evropearar verða alsamt meiri tilvitaðir um hættisligu fylgjurnar, ið okkara mat- og vørunýtsla kann hava fyri regnskógin. Í tropisku londunum verða stór økir av regnskógi dagliga feld fyri at geva viðarlundum við oljupálmum pláss. Seinastu tíggju árini er víddin á økjum við oljupálmum í Indonesia trífaldað til í alt 12 mió. hektarar, sum kann samanberast við tríggjar ferðir víddina á Danmark. Ídnaðurin hóttir mong djórasløg, sum búleikast í skóginum, og serliga hevur orangutangapan staðið seg illa. 

Viðarlundirnar veita pálmaolju, ið er heimsins mest nýtta plantuoljuslag, av tí at hon bæði er dygdargóð og bílig at framleiða. Oljan er at finna í nógvum vørum; í hársápu, kaku, keks, ristaðum leyki, nutella og tilgjørdum rættum v.m. Seinastu árini er tað tó økta nýtslan av bio-brennievni í Evropa, sum hevur hækkað søluna av pálmaolju. Evropa innflytur næstmest pálmaolju í heiminum.  

Sambært felagsskapinum Save The Orangutan hevur skógarminkingin við sær, at ættin hjá orangutangapuni er um at doyggja út. Apurnar hava ilt við at finna føði, og megna ikki at føra ættina víðari. Viðhvørt leita tær inn í viðarlundirnar eftir mati, men tær týna planturnar og verða tí ofta dripnar.


Hjálpin er á veg

Mong eru millum tey, ið vilja basa neiligu gongdini, ið kemst av skógartýningini í tropunum. Tess vegna er frámerkt pálmaolja við burðardyggum merki vorðin sera væl umtókt í Evropa. Men lítið av tilfari finst, sum kann prógva, at hald er í burðardygdini á frámerktu vørunum. Tí er umfatandi granskingarverkætlanin COUPLED sett í verk, sum skal varpa ljós á burðardygt handilsvirksemi kring heimin og økja tilvitanina hjá brúkarum.  

Thilde Bech Bruun er millum útvaldu granskararnar, sum eru við í verkætlanini. Hon er lektari á rannsóknarstovninum hjá Geovidenskab og Naturforvaltning á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og greiðir frá, at vit í veruleikanum vita sera lítið um sambandið millum ta vøruna vit keypa í handlinum, og hvørji árin hon hevur á nærumhvørvið. Hóast frámerkini siga frá, at atlit verður tikið til hóttu djórasløgini og umhvørvið, so er tað sera torført at gjøgnumskoða, hvussu leikur í veruleikanum fer fram.

COUPLED fevnir um 15 ph.d.-ritgerðir frá átta ymiskum universitetum í Evropa. Verkætlanin er fíggjað av ST og skal fáa greiðu á, hvussu peningur, brúkarar og politisk krøv ávirka hvørtannað. Ætlanin við granskingini er at geva eina betri fatan av, hvussu einstakir brúkarar, virkir og almennir stovnar í felag kunnu taka burðardyggar avgerðir og sostatt venda neiligu gongdini í tropunum.