Góð tíðindi fyri tey sum skylda bankunum pengar
Betri Banki er fyrsti bankin í Føroyum sum lækkar rentuna, men tað fara hinir eisini at gera
Áki Bertholdsen
6. juni 2024 kl. 16:33
Eftir nøkur ár við nógvum rentuhækkingum, verður rentan nú endiliga lækkað aftur.
Fyri fyrstu ferð í fimm ár hevur danski Tjóðbankin lækkað rentuna. Rentan lækkar 0,25 prosentstig.
Hetta hevur við sær, at eisini rentan í Føroysku bankunum fer at lækka. Betri Banki er fyrsti bankin at boða frá rentulækkingum, men hinir fara skjótt at koma.
Betri Banki sigur, at hjá privatkundum og vinnukundum lækka útlánsrenturnar upp til 0,25 prosentstig, men Innlánsrenturnar verða óbroyttar.
Broytingarnar koma í gildi 16. juli.