Góð koronatøl í Danmark

Ikki síðani 9.septembur í fjør eru so fáir nýggir tilburðir staðfestir.

Dan Lamhauge
13. februar 2021 kl. 16:00

Tað hava verið sera strangar avmarkingar í Danmark síðani tíðliga í januar. Tá varð sokallaða bretska frábrigdi, sum smittar ógvuliga illa, staðfest í landinum. Tað fekk donsku stjórnina at traðka harðliga á bremsuna og at seta strangar avmarkingar í gildi.

Danir kunnu nú fegnast um, at tað einans eru 274 nýggir tilburðir skrásettir hetta seinasta samdøgnið, og tað er lægsta smittutal síðani 9.septembur í fjør. Eisini lækkar talið á innløgdum og er tað lægsta síðani 6.desembur. Tað skrivar Jyllandsposten í dag.

Berlinske skrivaði í gjár, at andstøðan í Fólkatinginum nú leggur trýst á stjórnina og vil hava Mette Frederiksen, forsætisráðharra, at lata landið varisliga og ábyrdarfult upp aftur.

Christian Wejse, lektari við lærda háskúlan í Aarhus, heldur eisini, at talan er um góðan gongd. Hann ávarar tó ímóti at loypa framav. Hann vísir á, at orsøkin til, at Danmark fór  heilt niður í ferð beint eftir nýttár, var, at bretska fyribrigdið var komið til Danmarkar. Tað er tað framvegis, og tí skal farast varliga fram.

Hann heldur tó, at sum tølini síggja út júst nú, so er tað vert at hugsa um at lata samfelagið meira upp. Í síðsta enda er tað stjórnin og Mette Frederiksen, sum stenda við avgerðini