Gloymt viðlíkahald – hví er tað so trupult?

Tað vísir seg at viðlíkahald ofta verður niðurraðfest í okkara kommunu. Tað er hugaligari at sóla sær í einum størri valagni og klippa snórar o.s.fr., heldur at at seta pening av til viðlíkahald.

Dánial Hansen
23. oktober 2024 kl. 16:14

Tað vísir seg at viðlíkahald ofta verður niðurraðfest í okkara kommunu. Tað er hugaligari at sóla sær í einum størri valagni og klippa snórar o.s.fr., heldur at at seta pening av til viðlíkahald.

Nevnast kann úr rúgvuni:

  •  Kloakk viðurskiftini

  •  Hoyvíkar skúli er “gloymdur”

  •  Viðlíkahald av kommunalum bygningum

  •  Asfalt (nýtt) er næstan ikki at síggja

  • Gongubreytir/súkklubreytir mangla viðlíkahald

 

Hetta eru nøkur “gloymd” øki frá teimum, sum stýra í okkara kommunu. Men hettar er neyðugt at gera, longri ein bíðar við hesum, tess dýrari verður tað.

Nú er tíð at skifta út og velja fólk, sum gera okkurt við trupulleikarnar. Fólkaklokkurin hevur greiðar ætlanir, og fara vit at seta hettar í gongd. Vit fara at:

  • Leggja eina greiða ætlan um endurnýggjan av kloakkum og vatnleiðingum, og seta neyðuga fígging av til hetta.

  • Leggja eina greiða ætlan um viðlíkahald av kommunalum vegum og bygningum, og seta neyðuga fígging av til hetta.

Vel nýtt fólk í býráðið, um tú ynskir broytingar.

 

Set X við Dánial Hansen

Valevni hjá Fólkaklokkinum