Glasir skipar fyri stuttsøgukapping

Vinnararnir av kappingini fáa eina peningaliga upphædd umframt tilboð um ritsjórnarliga viðgerð við útgávu í hyggju

Fríðmundur Nattestad
24. apríl 2024 kl. 13:30

Glasir skipar aftur í ár fyri stuttsøgukapping millum næmingar skúlans. Tríggjar tær bestu søgurnar fáa vinning á ávikavist 5.000, 3.000 og 2.000 krónur. Umframt vinningin fáa tær bestu søgurnar tilboð um ritstjórnarliga viðgerð við útgávu í hyggju.

Søgurnar, sum skulu vera á føroyskum, skulu vera á leið 1.000 orð. Einans næmingar á Glasi kunnu taka lut í kappingini.

Freistin at senda stuttsøgur inn er 1. oktober 2024.

Mannagongdir og treytir, fyri at luttaka í kappingini, kunnu lesast á heimasíðuni hjá Glasi.