Gjørdi seg ómøguligan - og endaði í brummuni

Sum heild hevur tað verið friðarligt um vikuskifti

Áki Bertholdsen
23. juni 2024 kl. 09:57

Tað hevur verið rættiliga friðarligt um vikuskiftið. Jóansøka er í Vági, men haðani hevur løgreglan einki frætt yvirhøvur. 

Leygarnáttina fóru tveir mans til hendurs í Havn, men tað hendi eingin skaði og teir báðir fingu so hvør sína bót upp á 3.000 krónur fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Tað fekk ein maður í Klaksvík eisini í nátt. Hann var so ólátaður inni á einum skeinkistaði, at tey ringdu eftir løgregluni. 

Men tá ið løgreglan kom fram, gjørdi maðurin seg ómøguligan og vildi ikki siga, hvør hann var. Tað einasta, fólk annars hava skyldu at siga løgregluni, er, hvussu tey eita, hvar tey búgva, og nær tey eru fødd.

Men tað vildi hesin ikki, so hann var handtikin og lagdur í brummuna. Tá ið hann hevði ligið har í nakrar tímar, hálsaði hann um og gav løgregluni navnið. So varð hann sleptur út, men tað var við eini bót í lummanum. Annars sigur løgreglan, at tað var »óróligt« í býnum í nátt, sum tey málbera seg, men tað kom ongantíð hartil, at nakað mál spurdust burturúr.