Gjørdi gjøldur við Joe Biden

Til jólatiltak í Hvítu húsunum, har tað bar til hjá herfólki at ringja inn til forsetan, brúkti ein maður møguleikan at gera gjøldur burturúr forsetanum

Sigurjón Einarsson
26. desember 2021 kl. 21:08

Í gjár var árliga jólatiltakið fyri Norad, loftverjumyndugleikanum í Norðuramerika, vóru Joe Biden og forsetafrúan, Jill Biden, vertir fyri eitt talgilt tiltak, har tað bar til hjá fólki í herinum at ringja til forsetan, sum so ynskti gleðilig jól og takkaði teimum fyri innsatsin.

Ein av teimum, ið ringdi inn, var Jared, sum presenteraði seg sum familjumaður. Eftir at hava prátað eina løtu, segði hann: "Merry Christmas and let's go Brandon" ella leysliga umsett: "Gleðilig jól og kom so, Brandon!”

Joe Biden læt sær ikki lynda og endurtók: “Kom so, Brandon!”

Tað sum amerikanski forsetin nokk ikki visti í hesum sambandi var, at “kom so, Brandon” er blivið loyniligi mátin hjá republikanarunum at siga: “Lortur í teg, Joe Biden”.

Tað skrivar BBC.

Sambært enska miðlinum stavar hesin setningurin frá einum Nascar-kappkoyring í statinum Alabama afturi í oktober.

Her trúði ein journalistur, at ein áskoðari rópti “Kom so, Brandon”, tá samrøða var við kappkoyraran Brandon Brown, men í veruleikanum var tað ókvæmisorð móti sitandi forsetanum, sum hoyrdist í bakgrundini.

Síðan hava mótstøðufólk hjá Joe Biden dúgliga brúkt hendan setningin, sum bæði er blivin prentaður á munnbind, keppar og T-troyggjur. Setningurin er eisini at finna á tónleikahittlistunum í USA.

New York Post hevur síðan fingið fatur á hesum Jared. Hann greiðir frá, at tað var ikki ætlanin at hunddálka forsetan.

– Tá tað kemur til stykkis, so havi eg einki ímóti Joe Biden, men eg eri ørkymlaður, tí eg haldi, at hann kann gera sítt arbeiði betur, sigur Jared, sambært amerikanska miðlinum.

Og verður hugt eftir meiningarkanningum, so stendur ikki so væl til hjá sitandi forseta. Hansara popularitetur er dalaður seinastu mánaðirnar.

Koronusmittutølini eru enn sera høg og inflatiónin hækkar.

Fleiri meiningarkanningarnar siga, at tað eru bert eitt sindur yvir 40 prosent av amerikanska fólkinum, sum stuðla Joe Biden sum forseta.

/ritzau/