Gjøgnumbrot í Turkalandi

Semingsfólk fyri Ukraina og Russland hava í dag verið á fundi í Turkalandi. Sum skilst er talan um størsta diplomatiska gjøgnumbrotið, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina

Steinar Patursson
29. mars 2022 kl. 15:45

Semingsfundur hevur í dag verið millum Ukraina og Russland í Turkalandi, og sambært BBC eru gjøgnumbrot at hóma fyri fyrstu ferð, síðan Russland gjørdi innrás í grannalandinum.

Russiski varaverjumálaráðharrin, Alexander Fomin, hevur gjørt greitt, at Russland fer nú at avmarka hernaðarligu atsóknirnar, ella ”combat operations”, við Chernihiv og høvuðsstaðin Kyiv.

Sambært varaverjumálaráðharranum verður nýggjasta stigið tikið fyri at skapa álit millum partarnar.

Sum partur av samráðingunum er Ukraina gingið við til at átaka sær støðu sum neutralt land, og hetta merkir, at Ukraina kann ikki gerast partur av verjusamgongu, so sum Nato, og eiheldur kunnu fremmandar herstøðir setast á ukrainska jørð. Hetta var eitt av lyklakrøvunum frá Russlandi.

Afturfyri at gerast neutralt land, krevur Ukraina at fáa trygdargarantiir, og sambært BBC kunnu møguliga Poland, Turkaland og Kanada virka sum trygdarábyrgdarar. Tað er kortini ikki greitt, hvat hetta ítøkiliga merkir.

Sambært semingsuppskotinum skal eisini setast í verk ein 15 ára lang samráðingartíð um støðuna hjá Krim nesinum, ið varð hertikið av Russlandi í 2014, men samráðingarstøðan kemur ikki í gildi, fyrr enn vápnahvíld er komin í lag. Tað er heldur ikki greitt, hvat hetta ítøkiliga merkir.

Semingsfólkini frá Ukraina vilja sambært BBC vera við, at nóg nógv er staðist av fundinum til, at Volodymyr Zelensky og Vladimir Putin kunnu hittast til samráðingar.

Einki er framvegis at frætta um støðuna hjá Luhanskog Donetsk har eysturi í Ukraina.

Zelensky hevði sjálvur røðu fyri danska fólkatinginum í dag, har hann nýtti høvið til at vísa á, at russiska kringsetingin av býnum Mariupol er at meta sum brotsverk móti mannaættini.