Gjaldið, sum foreldur at pinkubørnum fáa úr barsilsgrunninum skal hækka automatiskt á hvørjum ári. Tað er eitt uppskot, Fólkaflokkurin hevur lagt fyri Løgtingið.
Tey siga, at tað er fyri at gjaldið alla tíðina skal fylgja prísgongdini í samfelagnum.
Tann 1. juli í ár hækkaði hámarksútgjaldið úr Barsilsgrunninum fyri fyrstu ferð síðani 2004. Upphæddin hækkaði úr 25.000 krónum upp í 30.000 krónur.
Árini frammanundan hevur tað fyrst og fremst snúð seg um at hækka vikutalið fyri barnsburðarfarloyvi. Nú er barsilsfarloyvið 52 vikur og Fólkaflokkurin heldur, at nú eru vit komin á mál við tí og sostatt skulu vit nú seta okkum nýggj mál.
– At hámarksupphæddin hevur staðið í stað í nógv ár hevur havt við sær, at upphæddin ikki hevur fylgt við lønarvøkstrinum í samfelagnum, sigur Fólkaflokkurin.
– Hendan gongdin hevur havt við sær, at alsamt fleiri hava ein fíggjarligan miss av at fara í barnsburðarfarloyvi.
– Tøl hjá Hagstovuni vísa, at miðallønin í Føroyum er 33.000 krónur um mánaðin, ella 3.000 krónur meiri enn hámarkið er í dag.
Miðallønin hjá monnum er 38.500 krónur í miðal um mánaðin og hjá kvinnum er hon 27.400 krónur.
Sum heild er tað sostatt dýrt hjá pápum at fara í barsilsfarloyvi, men áðrenn hámarksgjaldið hækkaði, høvdu kvinnur eisini ein fíggjarligan miss av tí.
– Tað hevur hjálpt at hækka útgjaldið upp í 30.000 krónur men tað er eisini neyðugt at tryggja, at gjaldið ikki aftur fer at standa í stað í áravís.
Tí verður skotið upp, at hámarksútgjaldið á hvørjum ári verður hækkað samsvarandi við prís- og lønarvøkstrinum í samfelagnum.
Hendan skipanin skal koma í gildi 1. januar. Hevði hon verið í gildi í ár, hevði gjaldið úr barsilsgrunninum hækka 3,8 prosent í ár, sigur Fólkaflokkurin.
Hetta hevur við sær, at meira peningur skal gjaldast út. Hetta uppskotið hevur við sær, at útgjaldið fylgir lønarvøkstrinum. Inngjaldið til Barsilsgrunnin er 0,86 prosent av inntøkuni, og so hvørt sum lønirnar hækka, vaksa eisini inntøkurnar hjá Barsilsgrunninum.
Tí fær uppskotið ongar avleiðingar fyri Barsilsgrunnin, sigur Fólkaflokkurin.