Hevur tú ein lítlan dreingjadreym um at siga hesi orðini: My name is Bond, James Bond. So hevur tú nú møguleikan at liva hendan dreymin út nú.
Næsta ár verður ein ferð gjørd kring Evropa, har gingið verður í fótasporunum hjá James Bond í nýggja filminum “No Time To Die”, har ferðast verður í Onglandi, Skotlandi, Noregi og Italia. Vitjað verður á teimum støðum, har 25. James Bond-filmurin er tikin upp, og ferðafyriskiparin lovar eina hendingaríka ferð.
– Vit fara at endurskapa allar hendingagongdirnar í filminum, sigur ferðafyriskiparin, Lindsey Boyd í Uber Alles Travel til norska blaðið Nidaros.
Í Noregi verður millum annað biljagstran yvir Storseisunds-brúnna á Atlantshavsvegnum – har partur av “No Time To Die” er tikin upp – meðan tyrla filmar hendingarnar.
Allur túrurin, ið byrjar og endar í Onglandi, verður filmaður av einum filmsfelag, so tey luttakandi á túrinum fáa eitt ógloymandi upplivilsi, har tey luttakandi sjálvi kunnu spæla leiklutin sum James Bond, sigur fyriskiparin.
Túrurin, ið varir í 21 dagar, kostar yvir eina hálva millión krónur. Ein av orsøkunum til høga prísin er, at luttakararnir verða flogin við einum privatflogfari, etið verður á fimm-stjørnu matstovum, koyrt verður við dýrum bilum sum Aston Martin, Range Rover og Ferrari og so verður ein privat veitsla í The Tower of London, sum drotningin stendur fyri, skulu vit trúgva Lindsey Boyd frá Uber Alles Travel-ferðaskrivsstovuni.
Ferðafyriskiparin sigur við norska miðilin, at 60 prosent av teimum luttakandi eru menn, meðan 40 prosent eru kvinnur.
Ætlanin var, at túrurin skuldi byrja í endanum av september, so endin av túrinum rann saman við frumframførsluni av nýggja James Bond-filminum í London, ið var mikudagin í síðstu viku, men vegna koronuavmarkingar, har millum annað ókoppsett ferðafólk í Italia skulu í fimm daga sóttarhald við komu, er túrurin fluttur til apríl-mai komandi ár.
Føroyar verða ikki nevndar sum partur av hesum túrinum, men vit kunnu lætt og rímiliga ómakaleyst sjálvi ferðast til Kalsoynna, um so er. Millum annað Guide to Faroe Islands bjóðar ein James Bond 007 | Official Faroe Islands Tour fyri 2085 krónur.
Soleiðis sær lýsingarfilmurin hjá Uber Alles Travel út, hevur tú eina hálva millión krónur til yvirs til ein marglætis James Bond-túr: