FC Hoyvík brynjar seg til nýggja kappingarárið, sum bara er smáar tríggjar vikur burtur. Í fjør endaði FC Hoyvík á sætta plássi í 1. deild við 37 stigum, og setningurin er nú at lyfta liðnum nærri kappingini um plássini, sum bera uppflyting við sær.
Bill McLeod Jacobsen er høvuðsvenjari, og Heðin Askham er hjálparvenjari.
Í kvøld boðar felagið frá, at sáttmáli er undirskrivaður við fleiri spælarar. Merkisvert er tað, at FC Hoyvík hevur skrivað undir sáttmála við Gilla Samuelsen, sum hevur royndir úr bestu deildini, har hann bæði hevur spælt við B36 og B68.
FC Hoyvík skrivar soleiðis:
FC Hoyvík hevur gjørt fleiri avtalur við leikarar fyri kappingarárið 2024.
Vit fegnast um, at bæði Dánjal og Fríði halda fram í felagnum, somuleiðis gleðast vit um, at Jónas og Sjúrður hava valt at skifta bláu Royn blusuna út við okkara svørtu blusu í 2024.
Avtala er eisini gjørd við tveir yngri leikarar, Jógvan og Sigurð, og gleðast um um teirra tilgongd til felagið.
Nýggjur spælari í felagnum er eisini Gilli Samuelsen, ið flestu fótbóltsáhugaði kenna. Gilli hevur somuleiðis gjørt avtalu við FC Hoyvík fyri kappingarárið 2024, og hetta gleðast vit um.
Verið allir vælkomnir til Hoyvíkar, skrivar FC Hoyvík.
Fyrsti landskappingardysturin hjá FC Hoyvík í 1. deild verður leygardagin 9. mars, tá ið FC Hoyvík fer at spæla á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.