Stóri vinnarin á Danish Music Awards 2017 leygarkvøldið, sum vann heiðurslønirnar “Årets danske solist”, “Årets danske udgivelse” og “Årets danske sangskriver” verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall í Vágsbotni 30. juni komandi ár.
Gilli mann nokk vera tann kendasti og best umtókti rapparin í Danmark í løtuni, har hann millum annað hevur skrivað og givið út løg saman við Kesi og Sivas. Hann varð tilnevndur til heilar fimm heiðurslønir á Danish Music Awards leygarkvøldið, har hann vann tríggjar og harvið flest.
Gilli gjørdist kendur í 2014 eftir at hava givið EP’ina “Ækte vare” út, har fleiri av løgunum lógu á topplistunum á Spotify og iTunes. Stóra gjøgnumbrotið kom í 2015 við lagnum ‘C’est la vie’, sum gjørdist eitt stór hitt í Danmark. Enn størri gjørdist lagið "Tidligt op”, har tað eitt tíðarskeið í 2016 var tað sjeynd mest deilda lagið á Spotify yvirhøvur.
Umframt Gilli, so er longu avdúkað, at Nephew eisini verður við á Voxbotn 2018. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði.
Forsølan til Okkara Voxbotn 2018 byrjaði í síðstu viku og ongantíð áður hevur gravgangurin eftir atgongumerkjum verið so stórur sum hesaferð. Eftir bara einari viku er yvir helmingurin av øllum atgongumerkjunum longu seld. Tað hevur verið útselt til Voxbotn øll árini - seinast fleiri mánaðar áðrenn Voxbotn byrjaði.