Ghislaine Maxwell funnin sek

Unnustan hjá Jeffrey Epstein er sek í fimm av seks ákærum, og væntast kann, at hon skal sita í fongsli restina av sínum døgum

Steinar Patursson
30. desember 2021 kl. 09:34

Ein rættur í New York hevur dømt Ghislaine Maxwell, unnustuna hjá ríkmanninum Jeffrey Epstein, seka í at hava traffikerað ungar gentur til at vera kynsliga misnýttar av Epstein.

Tað tók nevningatinginum fimm dagar at koma til ta niðurstøðu, at Ghislaine Maxwell var sek í fimm av teimum seks ákærunum, og hóast revsingin ikki er ásett enn, kann væntast, at Maxwell skal sita restina av lívinum í fongsli.

Í málinum vóru seks ákærur móti Maxwell, ið allar høvdu okkurt við kynsliga misnýtslu av ungum at gera, og tað var bert í ákæruni um at lokka ungfólk at ferðast við kynsligari misnýtslu fyri eygað, at Maxwell varð fríkend.

Maxwell varð ákærd fyri at hava hjálpt Jeffrey Epstein at fáa til vega blaðungar gentur at gera seg inn á kynsliga í árunum frá 1994 til 2004.

Epstein sjálvur gjørdi enda á sær sjálvum í einum fongsulskliva í Manhattan í 2019, eftir at hann varð handtikin í sambandi við málið.

Verjin hjá Ghislaine Maxwell hevur sambært BBC longu boðað frá, at tey ætla at kæra dómin.