Geytin, sum verður latin fyri besta føroyska stuttfilm, varð latin fyrstu ferð í 2012. Ta virðislønina vann Sakaris Stórá við stuttfilminum, "Summarnátt". Í kvøld skal vinnarin í 2024 finnast.
- Vit fara at borðreiða við einari spennandi filmsskrá, ið røkkur evnisliga víða. Víst verður alt frá føroyskum animatiónsfilmi, absurdum familjuveitslum, fordómum, strongdum par- og vinarløgum, sjálvmorði og sorg á filmsdúkinum í Norðurlandahúsinum hetta kvøldið.
Soleiðis lýsa fyriskipararnir tiltakið. Ein nevnd hevur valt at tilnevna hesar fimm filmarnar, av teimum 11, sum vórðu meldaðir til:
Andrias Høgenni við filminum, “Lið við lið”
Brandur Teitsson við filminum, “Undir”
Katrin Joensen-Næs við filminum, “SÆLA”
Terji Mohr við filminum, “Død af Grin”
Tóki Jansson við filminum, “Óveruliga verðin hjá Aldu”
Umframt sjálva Geyta virðislønina, sum hevur eitt virði á 40.000 krónur, verður eisini ein áskoðaravirðisløn latin, á virði 30.000 krónur.
Eir í Ólavsstovu, sum sjálv vann báðar virðislønirnar í 2022, við heimildarstuttfilminum, "Sálarkvøl", verður vertur til tiltakið í kvøld.
Geytin 2024 verður í Norðurlandahúsinum kl. 19 í kvøld. Atgongumerki til tiltakið kann keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.