Geytin: "Handanland" gjørdist greipuvinnari

Tað var Barbara Lervig, ið við sínum filmi “Handanland” ruddaði borðið og vann ikki bara ta einu, men báðar Geytavirðislønirnar

Sigurjón Einarsson
27. februar 2021 kl. 22:24

Aftur í ár legði Norðurlandahúsið hús til Geytan, og hesaferð fingu nógv fleiri høvi til at fylgja við í sjónvarpinum, tá besti føroyski stuttfilmur skuldi finnast, tá filmsvirðislønirnar Geytin og Áskoðaravirðislønin vórðu handaðar.

Og her gjørdi Barbara Lervig ikki frægari enn at rudda borðið og vinna bæði Áskoðaravirðislønina og Geytan við sínum filmi “Handanland”.

Í grundgevingini fyri at vinna Geytan skrivaði dómsnevndin millum annað, at Barbara Lervig umboðar tað nýggja ættarliðið av filmsframleiðarum í Føroyum, og at spennandi verður at fylgja henni á hennara ferð víðari. Dómsnevndin segði um filmin, at tað var djarvt av leikstjórinum at fara í holt við viðgera nakrar so tungar og álvarsamar eksistentialistiskar spurningar, ið eru torførir at bera fram hjá teimum mest royndu filmsfólkunum.

Men hetta loysir filmurin hegnisliga við einari blanding av góðum sjónleikaraavriki, einfaldari og munagóðari visuellari nýtslu av føroysku náttúruni, stílreinum framleiðslusniði og einum bjartum frásøgu-vendið í endanum, ið gevur eina vón í vónloysinum. Hóast evnið og tað føroyska landslagið í filminum er væl kent, so megnar leikstjórin við síni serstaku rødd at geva frásøguni ein frískan og persónliga dám. Og tað er ikki smávegis.

Og ikki nokk við tað. Áskoðararnir ella hyggjararnir sluppu eisini at kjósa ein vinnara við at atkvøða via telefonini, og her varð tað eisini “Handanland”, ið vann Áskoðaravirðislønina.  

Umframt heiðurin sum greipuvinnari til ársins Geyta, so fylgdu tvær virðislønir við: Geytin á 35.000 krónur, ið Runavíkar Kommuna læt og Áskoðaravirðislønin á 25.000 krónur, sum Tórshavnar Kommuna læt.