Tá ið eg og maðurin fluttu heim í 2020 var rumbul og rok á nógvum dagstovnum í Tórshavnar Kommunu. Starvsfólk og leiðarar á ávísum stovnum søgdu seg úr starvið, og vit foreldur gjørdust ótrygg og stúrin um trivnaðin hjá okkara børnum.
Kommunan lovaði ábøtur og tók sjálvandi støðuna í størsta álvara. Nú 4 ár seinni hava aðrir leiðarar verið sjúkrameldaðir og sagt seg úr starvið, samstundis sum ein hópur av námsfrøðingum og hjálparfólkum eru farin sama veg.
Gaman í, eru tað stovnar í kommununi, ið ikki hava hesar avbjóðingar og foreldur, ið ikki hava hesar stúranir; men, tá ið dagstovnaleiðarar á rað melda seg sjúkar, samstundis sum námsfrøðingar og hjálpafólk siga seg úr starvi, hevur tað kanska eisini okkurt at gera við samstarvið og sambandið upp eftir – enn bara yvir og niður eftir.
- Okkara smæstu kenna størsta sviðan
Og tó, verður tosað við fólkini á ymisku trinunum millum topp og botn, tykjast tey øll til at hava sínar grundgevingar fyri, hví tey gera sum tey gera og hava síni vælgrundaðu boð uppá, hví støðan er sum hon er. Støðan kundi kortini verið betri og tað eru okkara smæstu, ið kenna størsta sviðan.
Okkara børn eru tað dýrabarasta við eiga. Ein gáva frá Gudi, ið vit eiga at elska og virða og ikki lata spilla. Og tað dýrabarasta fyri okkara smæstu á stovnunum eru tey vaksnu á gólvinum. Tí eiga vit at tjúkla um og geva starvsfólkunum á dagstovnunum bestu umstøður at virka undir.
Eru starfólkini strongd og illa hýrd, verða okkara smæstu tað eisini. Teimum tørvar reglusemi, støðufesti og eru tengd at tøttu relasjónini við tey vaksnu á gólvinum. Eru ov fá vaksin og megna tey smæstu ikki at skapa ella varðveita eitt nóg gott samband, verða tey noydd at leita til hvønn annan eftir tryggleika. Tá eru tað børn, ið uppala og sinnisstilla børn - og tað slær bakk í skúlanum nøkur ár seinni.
Sum valevni fyri Fólkaflokkin ynski eg veruliga at geva mítt íkast til, at starvsfólk á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu skula trívast og støðast. Alt er ikki ringt, men okkurt kann gerast betur.
Her eru nøkur boð, sum kundi bøtt um støðuna:
Tað kundi verið fastlæstar normeringar til hvønn stovn soleiðis, at talið á starvsfólkið á gólvinum hevur eitt minstamark, uttan mun til nøgd og aldursbýti av børnum.
Dagstovnaleiðararnir á hvørjum stovni skulu fáa meira sjálvræði.
Dagstovnaleiðarin átti ikki at talt við í normeringini til stovnin.
Eindarleiðslurnar kundu fingið meira smidleika í heimildum í mun til hvussu hvør dagstovnur verður rikin.
Tað kundi verið meira fíggjarligt gjøgnumskygni í mun til, hvussu peningur til dagstovnarnir verður brúktur.
Birita Lamhauge Jóansdóttir
Valevni fyri Fólkaflokkin til Býráðsvalið til Tórshavnar Býráð