Tórshavnar Kvøldskúli gevst nú at undirvísa flóttafólkum og tilflytarum í føroyskum. Tey siga í tíðindaskrivi, at orsøkin er, at arbeiðsvbyrðan er ov stór
Orsøkin er, at byrðan hjá Kvøldskúlanum er vorðin ov tyngjandi.
Starvsfólk á Kvøldskúlanum hava greitt frá, at næmingar á skúlanum, sum eru tilflytarar ella flóttafólk, hava oft stórartrupulleikar at dragast við, tí teirra lív er merkt av kríggi, vanlukku, kreppu, ótta og sorg.
Tórshavnar Kvøldskúli heldur somuleiðis, at hetta er ikki eitt øki, kvøldskúlin hevur ábyrgd av og kann taka sær av.
Tórshavnar Kvøldskúli hevur kunnað avvarðandi myndugleikar um støðuna, og eftir summarfrítíðina verður undirvísingin ein landsuppgáva, sum Undirvísingarstýrið fer at umsita, siga tey
Tórshavnar Kvøldskúli tók stl til lærugreinina føroyskt sum annaðmál og eigur stóran og avgerandi lut í, at tilflytarar hava fingið holla og væl skipaða skúlaundirvísing í føroyskum máli og mentan, sigur kvøldskúlin.
Tilsamans hava yvir 1000 tilflytarar verið í skipinini hjá Tórshavnar Kvøldskúla síðani 2014.
Tey siga, at tað var í 2014, at starvsfólkini á kvøldskúlanum løgdu til merkis, at tilflytingin til Føroya øktist munandi, og at tørvur var á meiri undirvísing.
Men søgan um føroyskt sum annaðmál, er uppaftur longri.
Fyri 2014 skipaði kvøldskúlin í mong ár fyri styttri skeiðum upp á 20 tímar í føroyskum fyri nýbyrjarar, sum lærugreinin tá varð kallað.
Á heysti í 2014 varð eitt longri skeið stovnað fyri tilflytarar, sum hava røtur uttan fyri Norðurlond.
Tímatalið varð hækkað til 300, og skeiðið varð boðið út í samstarvi ímillum Kvøldskúlan, Tórshavnar kommunu, Mentamálaráðið og Arbeiðsloysisskipanina.
Stórur áhugi var fyri hesum skeiði, og 1. januar í 2015 var farið undir framhaldsskeið fyri teir næmingar, sum fegnir vildu halda fram. Framhaldsskeiðini hildu á til juni í 2020, og tað var gjørt í tøttum samstarvi millum Kvøldskúlan, Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið.
Seinastu árini hevur undirvísingin í føroyskum sum annaðmál verið skipað eftir altjóða leisti, sum veitir frálæru og skipar royndir fyri tilfytarar. Talan er um hina sokallaðu CEFR skipanina, sum er stytting fyri Common European Framwork of Reference for Languages.