Gerningsmaður tikin í samband við mál um harðskap

Í hesum sambandi verður leitað eftir onkrum á botninum uttan fyri keiina - men tað er ikki eftir fólki

Áki Bertholdsen
15. apríl 2024 kl. 12:40

Fyrr í morgun skrivaðu vit um eitt harðskapsmál í Klaksvík, har løgreglan sóknaðist eftir vitnum. Tað var ein tilburður, sum fór fram uttan fyri skeinkistaðið, Mollys, í Klaksvík sunnunáttina ímillum klokkan 4 og 4.30.

Í tí sambandi er talan eisini um hóttanir og í morgun segði løgreglan at eingin var tikin. Nú sigur løgreglan, at ein maður varð tikin klokkan seks í morgun, hann varð avhoyrdur og er síðani leyslatin aftur.

Men løgreglan kannar framvegis málið og í tí sambandi hava froskmenn verið á botni uttan fyri eitt av havnarløgunum í Klaksvík og leita. Løgreglan sigur, at tey leita ikki eftir fólki, men eftir einum luti, sum tey halda hevur samband við harðskapsmálið.

Men meiri vilja tey ikki siga beint nú