Gerhard tekur eitt skeið afturat

Borgarstjórin í Skopun síðan 1993 er farin undir enn eitt skeið, sum ivaleyst verður tað seinasta í hansara drúgva politiska lívi. Tá hetta skeiðið er farið, er Sandoyartunnilin tikin í nýtslu og tá hevur Gerhard Lognberg verið borgarstjóri í 32 ár – og býráðslimur í 40

Sveinur Tróndarson
22. januar 2021 kl. 15:59

Tað gjørdist eitt sindur tætt, tá upptalt varð eftir kommunuvalið í Skopun í november í fjør.

Býtið av sessum gjørdist tað sama, sum við valið í 2016, men munurin millum listarnar báðar var tódnaður burtur í einki.

Í 2016 fekk listin hjá Gerhardi, listi A, 193 atkvøður og listi B 122, men á valinum 10. november í 2020 fekk listi A 159 og listi B 153. Tað vil siga, at seks atkvøður vóru á muni ímillum listarnar báðar.

Tá valúrslitið var kunngjørdi Gerhard Lognberg, at hann var áhugaður í einum skeiði sum borgarstjóri afturat, og tað skeiðið fór hann undir tann 1. januar í ár.

Nú tað skeiðið er byrjað, hevur Ingibjørg Berg tosað við mannin, sum tá hetta skeiðið er liðugt, hevur sitið í bygdarráðnum í Skopun í samfull 40 ár. Av teimum 32 sum borgarstjóri.

Orsøkin til, at hann valdi at stilla upp enn einaferð, er, at hann vil sleppa at fylgja málinum um undirsjóvartunnil í Sandoynna á mál.

- Eg minnist, tá fyrsta skotið varð skotið í Traðardali – tað var ein góð kensla. Sleppi eg eisini at uppliva síðsta skotið, verði eg ein fegin maður, sigur Gerhard Lognberg í samrøðuni við Ingibjørg Berg.

Tað er eingin loyna, at Gerhard Lognberg um nakar er ímyndin av Sandoyartunlinum, og í samrøðuni dylur hann heldur ikki fyri at so er.

Lesið alla samrøðuna, sum eisini er kemur inn á so nógv onnur viðurskifti, sum hava við Skopun og Sandoy sum heild at gera, í blaðnum í dag ella við at trýsta á leinki niðanfyri.

Les eisini: Stavnamaðurin í Skopum tekur enn eitt skeið við róðrið