Gerast alsamt meira professionellar

Dimmalætting hevur spurt tíðindaleiðarar og blaðstjórar spurningar um kommunuvalið

Dimmalætting
10. november 2024 kl. 15:00

1. Hvussu hava kommunustýrini klárað seg farna valskeið? 

Tað er 29 kommunur í Føroyum. Hesin spurningurin er ógjørligur at svara uppá. Mín varhugi er, at kommunurnar gerast altsamt meira professionellar. 

Kommunurnar gerast betri til at kunna borgararnar og almenningin annars um hvat hendir og hvørjar ætlanirnar eru. Tó eru tað enn kommunur, sum eru afturhaldandi og ikki so sinnaðar at lata upp fyri kunningini til fólkið. Trupulleikin er, at tað er so ovurstórur munur á kommununum í fólkatali og umsiting. Eg beri ótta fyri, at tær smáu kommunurnar, sum ikki vilja leggja saman við øðrum kommunum, í alt størri mun koma at standa aftanfyri í tænastustøði til borgaran.

2. Hvat snýr valstríðið seg serliga um? 

Aftur hesaferð, so ber ikki til at geva eitt eintýðugt svar – men í høvuðsheitum snýr tað seg um at geva borgarum best møguleikar at virka og liva har tey eru. Og tað eru kommunurnar við vakstrarmøguleikum, sum vísa seg at klára seg best. 

Men eg hómi eitt rák, har atlit til umhvørvi og náttúru fær nógv størri týdning í kommunalum politikki 

3. Hvussu hava borgarstjórararnir í teimum stórum kommununum klárað seg? 

Tað er ongin av teimum, sum hava skarað framúr, men í miðal hava teir allir klárað seg so nøkulunda og gott og væl tað.

4. Hvat væntar tú av valinum í Tórshavnar kommunu? 

Mest spennandi val í nógv ár. Serliga hvat hendir í og rundan um Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum hevur verið ein valdsfaktor í kommununi leingi. Sitandi borgarstjóri fær óivað eitt gott val persónliga, men verður tað nóg mikið at varðveita valdið? Vinnur listi K á lista C? Er listi K sinnaður at samstarva við Heðin Mortensen? Og hvør verður borgarstjóri? Spurningarnir eru nógvir. Rokni ikki við, at listi I, borgaralistin, fær nakran valdan, neyvan heldur Miðflokkurin.

5. Hvat væntar tú av valinum í Klaksvíkar kommunu? 

Ein má ganga út frá, at Fólkaflokkurin hevur borgarstjórakandidat kláran hesaferð, tí eg ivist ikki í, at Fólkaflokkurin aftur fer at vinna. Spurningurin er, hvørja ávirkan borgarstjóraskeiðið hjá Karl hevur á úrslitið hjá Sambandsflokkinum hesaferð. Eisini verður spennandi at fylgja um Sjálvstýri fær nakran valdan, nú ongin av teimum fýra ovastu á listanum frá seinasta stilla uppaftur, og toppskorarin er farin í Fólkaflokkin.