Gera tað dýrari at keypa lívsneyðugan heilivág

Fleiri sjúklingafeløg mótmæla ætlanini hjá samgonguni

Áki Bertholdsen
13. november 2023 kl. 16:30

Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at lækka ískoytið frá Heilsutrygd til fólk, sum taka nógvan heilivág.

Hetta hevur fingið fleiri sjúklingafeløg til at gera vart við seg, og tey hava ein felags boðskap til samgonguna, og tað er at sleppa ætlanini.

Megd, sum er meginfelag fyri fólk við breki, staðfestir, at nú fer heiluvágurin hjá fleiri bólkum at dýrka.

Hjá fólki ímillum 18 og ár og pensjónsaldur fer egingjaldið til heilvág at hækka 100 krónur um mánaðin og hjá pensjonistum, og fyritíðarpensjonistum, fer tað at hækka 66 krónur um mánaðin.

Hjá fólki ímillum 18 og ár og pensjónsaldur merkir broytingin, at hjá teimum við størstu útreiðslunum til heilivág fer egingjaldið at hækka úr 2.377 krónum, upp í 3.775 krónur um árið, so tað fer at vera slakar 300 krónur um mánaðin.

Hjá pensjonistum og fyritíðarpensjonistum, hækkar egingjaldið úr 1.520 krónum upp í 2.320 krónur, so nú verður tað 193 krónur um mánaðin fyri tey við størstu útreiðslunum.

Megd harmast um uppskotið tí tað verður eitt bakkast fyri fólk við breki.

– Uppskotið fer at gera, at lívsneyðugur heiluvágur, sum longu nú er dýrur, dýrkar enn meira. Samfelagið alt hevur verið rakt av methøgum príshækkingum seinastu árini, sum fólk við breki eisini hava merkt sviðan av.

– Verður hetta uppskotið samtykt, fer tað tó at merkja, at summi føroyingar, fara at fáa 200 - 300 krónur afturat í føstum útreiðslum um mánaðin, afturat øllum hinum.

Fleiri feløg hava sama boðskap til samgonguna. Feløg, sum hava mótmælt, eru Hoyr og Deyvafelagið, sum eru feløg fyri fólk við hoyribreki, ADHD felagið, Diabetisfelagið, CP felagið, sum er felag fyri fólk við ávísum heilskaða, Hjartafelagið og felagið fyri fólk við colitis crohn.

Somuleiðis hevur Pensjónistafelagið eisini mótmælt.

Summi feløgunum siga, at vandi er fyri, at fólk fara ikki at taka tann heilivág, tey eiga at taka, hóast t tað er lívsneyðugt.

Diabetisfelagið minnir á, at bæði tey, og allir aðrir føroyar  rinda longu frammanundan 175 krónur hvønn mánað til Heilsutrygd, og harumframt rinda tey 0,70 prosent av allari sínari skattligu inntøku til Heilsutrygd.

Tá ið tey so haraftrat nú skulu rinda 8.000 krónur árliga fyri sín lívsneyðuga heilvág, áðrenn Heilsutrygd veitir fult tilskot, so er bogin spentur ov nógv, sigur Diabetisfelagið.