Filipipinarar, sum arbeiða á Mest á Skála, hava nú fingið síni egnu uppihaldshøli.
Talan er um gomlu havnaskrivsstovuna, har trý rúm eru innrættað til hvør sítt endmál. »Karaoke«, »Chill«og »Sports Lounge« eru heitini á rúmunum.
Øll rúmini eru útgjørd við skermum og útgerð, soleiðis at tey, ið brúka rúmini, eisini hava høvi til at síggja og lurta á sínum egna móðurmáli.
Hugskotið at nýta gomlu havnarskrivsstovuna til endamálið kom, tá ið talið á arbeiðsfólki úr Filipsoyggjum fór tat veksa.
– Eitt, ið eyðkennir filipinarar er, at tey hava stóran tokka til karaoke. Og tá ið filipinarar fóru at syngja kareooke á bústøðunum har fleiri onnur starvsfólk búgva, varð tað ikki altíð tikið so væl ímóti tí.
– Heldur enn at broyta mentanina hjá filipinarum, gjørdu vit av at lata tey varðveita sína mentan her, segði Mouritz Mohr, stjóri, í tíðindaskrivi.
Tey siga at Mest ger nógv burtur úr at fáa starvsfólkini at trívast, og hetta er ein liður í hesum, siga tey í tíðindsskrivi.
Á Skála arbeiða yvir 100 fólk, og eini 60 av teimum búgva stutt frá Skipasmiðjuni.
– Tað er serliga við hesum starvsfólkum í huga, at gamla havnarskrivsstovan, er umvæld til at hýsa sosial starvsfólkatiltøk, sigur Mest.