Talið á el-bilum veksur veksur við rúkandi ferð og tað fer at krevja broytingar til tillagingar ymsastaðni.
Eitt, sum hevur volt reiðarum á ferðafólkaskipum, høvuðbrýggj, er, hvussu tey skulu bera seg at tá ið ferðafólk ferðast við el-bili.
Tað eru eingi altjóða krøv á økinum og tí verður mestsum arbeitt eftir bestu sannføring, tó at nakrar vegleiðingar eru at halda seg til.
Hagtølini vísa, at tað er sjáldan, at eldur kemur í el-bilar, men skuldi tað hent, er tað ein heilt serlig avbjóðing, tí teir verða so heitir, at tað er ringt at sløkkja.
Eisini Strandferðslan er farin at fyrireika seg tik, at fólk ferðast við Smyrli við el-bili
Nú tað ber til at bíleggja ferðaseðil til bil við Smyrli á internetinum, skulu fólk upplýsa um tey ferðast við el-bili, ella um talan er um bensinbil ella dieselbil.
Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli, sigur, at endamálið er at samla elbilarnar á einum ávísum staði á biladekkinum á Smyrli. Og tað plássið er úti í borðinum, í bakborði.
Hann sigur, at fyribils verður pláss sett av til 12 el-bilar, men tey eru greið yvir, at talið á el-bilum veksur í stórum, so tað verður brúk fyri meiri plássi.
Samstundus verður arbeitt við at fáa ymsa serútgerð umborð. Serútgerð skal fáast umborð at sløkkja við og ætlanin er eisini at fáa følarar á dekki, sum siga frá, skuldu tað brádliga hitnað á biladekkinum.
Tekningarnar eru gjørdar og tað næsta, sum liggur fyri, er, at fólk frá skipasmiðjuni, Mest, koma umborð á Smyril at leggja rørini til eina serliga skipan upp at sløkkja við, skuldi eldur komið í.
El-bilarnir verða settir reyv í reyv, tí so er longri ímillum battaríini. Tá er minni vandi fyri, at eldurin skuldi breitt seg til fleiri bilar, skuldi eldur komið í, tí eldur í el-bilum gevur nógv meiri hita frá sær enn tá ið eldur kemur í bensinbilar og dieselbilar.
Men ein vansi er eisini, at skuldi eldur komið í ein el-bil, skal manningin hava gott frípláss rundan um bilin at arbeiða á fyri at sløkkja.
Niels Harald Michelsen sigur, at hesi 12 plássini til el-bil, taka eini 12 onnur bilapláss. Sostatt fer Smyril at taka 12 bilar færri enn hann annars ger. Tað er næstan so, at ein el-bilur fer at taka tvey pláss í biladekkinum, sigur hann.
Akkurát nær skipanin verður sett í verk, er ringt at siga, tí skipanin skal installerast, og Sjóvinnustýrið er eisini uppií og tey skulu eisini góðkenna skipanina, sigur skiparin.