Gera jakkar úr teltum

Virkið ÖDN WEAR nýtir gomul telt, sum ikki longur verða brúkt at gera jakkar og onnur pløgg úr.

Katrin Johannessen
17. juli 2020 kl. 13:23

Hugskotið til ÖDN WEAR kom ein dagin Heidi Lindenskov Róadóttir, sat og leitaði eftir einum nýggjum jakka á neinum. Beint áðrenn hevði hon lisið eina grein, um hvussu nógv tons av teltum fara til spillis hvørt ár á Roskilde. 

Hon ynskti, at jakkin skuldi vera umhvørvisvinarligur og legði til merkis at teir jakkarnir, hon hugdi eftir á netinum, vóru gjørdir av sama toy sum flest telt. Soleiðis fann hon uppá at gera jakkar úr teltum, sum fólk leggja eftir sær. Hetta var í 2018.

Hon gekk á handilsskúla tað mundið og hevði við einari vinkonu hugskotið við í kappingini Ungt Virki. Tær vunnu kappingina. Systirin Sólva lokkaði hana at halda fram við verkætlani, so hon kundi vera við. Tær eru nú tríggjar, sum arbeiða við ÖDN WEAR. Systrarnar Heidi og Sólvá Lindenskov Róadóttir og Unn Baldursdóttir, sum er sniðgevi.

Summarið í fjør var fyrsta summarið, tær samlaðu telt á føroyskum festivalum. Í ár sær tó heilt øðrvísi út hjá teimum, nú eingir festivalar eru. Tí hava tær millum annað valt at lýst eftir brúktum teltum á Facebook og taka tær ímóti teltum, sum annars bert høvdu verið beind burtur. 

Hóast tað kann verða torførari í ár at fáa toyið til vegis, so eru tær yvirhøvur ikki freistaðar at keypa.

-Tað er ikki talan um. Allur tankin er jú at tað skal vera endurnýtt, sigur Sólvá Lindenskov Róadóttir, ið fæst við marknaðarførslu í virkinum.

Summi fólk harta hugskotið og siga, at tað hevði verið uppaftur betur fyri umhvørvið, um teltini heldur vórðu umbøtt og brúkt sum telt longri. 

-Vit eggja heilt sikkurt fólkum at brúka síni telt so leingi sum møguligt. Vit brúka bara tey teltini, sum fólk lata liggja eftir og so nú sjálvandi eisini tey sum skulu burtur kortini, sigur hon.

Ikki bara toyið av gomlum teltum kann endurnýtast og gerast til nýggja pløgg. Tær eru longu byrjaðar at spæla við tankan, um at fara í holt við onnur endurnýtslu toy eisini.

-Har eru endaleysir møguleikar og vit hava nógv ymisk hugskot. Vit vilja bara fyrst fáa hetta heilt upp at standa áðrenn vit fara í holt við meir, sigur Sólvá Lindenskov Róadóttir.

Tað er møguligt at stuðla teimum umvegis Hópfígging. 

Tit kunnu eisini lesa meir á teirra heimasíðu.