Á íleggjaradegnum, ið varð hildin í Skotlandi í fjør, kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan fyri tíðarskeiðið 2024-2028 uppá 6,3 milliardir krónur.
Ætlanin fer at kollvelta virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi og tryggja burðardyggan vøkstur í Føroyum eins og í Skotlandi, sigur Bakkafrost.
Høvuðsendamálið við ætlaðu íløgunum í Skotlandi er, at avrita háttin Bakkafrost virkar í Føroyum til Skotlands.
Bakkafrost umhugsar millum annað at byggja tvær stórar orkuvinarligar smoltstøðir í Skotlandi. Við hesum fer Bakkafrost at kunna framleiða yvir 15 milliónir smolt á 500 gram í Skotlandi. Hetta fer at minka munandi um livfrøðiliga váðan og at økja tøkuna.
Afturat hesum ætlar Bakkafrost at byggja eitt nýtt framkomið virki í Skotlandi og at gera íløgur í skip til viðgerð og flutning av laksi. Eisini er ætlanin at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.
Íløgurnar í Føroyum í smoltstøðir viðføra, at árliga framleiðslan av smolti verður omanfyri 24 milliónir smolt á 500 gram. Eisini er ætlanin at umbyggja nakrar smærri verandi smoltstøðir til lívfiskastøðir.
Eisini verður fóðurframleiðslan á Havsbrún útbygd.
Í íløguætlanini er eisini sett av til átøk, sum hækka gagnnýtsluna av verandi aliøkjum, eins og til nýggja alitøkni á sjónum. Við hesum gerst møguligt hjá Bakkafrost at vaksa framleiðsluna burðardygt í Føroyum uppum 110.000 tons í kruvdari vekt, sum er ætlanin at røkka í 2028.
Við íløguætlanini 2024-2028 væntar Bakkafrost at røkka einari samlaðari tøku á 165.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2028.
Í sama tíðarskeiði ætlar Bakkafrost at uppbyggja eina samlaða framleiðsluorku á 200.000 tons av laksi í kruvdari vekt.