Ger marrurnar til list

Í áravís nýtti Gukki Nuka listina til at gera sálina heila aftur. Fríggjadagin letur hann ein framsýning upp

Sigmund Vang
1. september 2017 kl. 15:00

Gukki Nuka Willsen Møller bleiv misnýttur sum smádrongur. Í áravís nýtti hann listina sum viðgerð, tilvitað og ikki, fyri at gera sálina heila aftur. Fríggjadagin letur framsýning hansara, Rivur í Sálini, upp í Listasavni Føroya

Í marrunum eru altíð trø í einum skógi, ið er við at rotna og doyggja. Ella ísur. Gukki situr fastur í jørðini í einum stórum skógi, ella so er hann frystur fastur í ísinum. Marrurnar um ís eru tær ringastu: Dreymarnir eru so veruligir, at hann kennir kuldan á húðini. Hann fær bert flutt eyguni: Á einari síðu er ljósið, á hinari síðuni eitt botnleyst myrkur, langt har niðri er nakað ræðuligt á veg.

Soleiðis eru tær afturvendandi marrurnar hjá listamanninum Gukki Nuka Willsen Møller. Marrur, ið spegla barndómsárini og misnýtsluna, ið hann bleiv útsettur fyri, men sum eisini hava givið lív til eina yrkisleið við list.

– Hatta við at sita fastur í skóginum snýr seg um at ikki kunna sleppa undan tí ræðuliga, júst sum marrur gera, sigur Gukki.

Lesið meira undir myndini.

Mynd: Gukki Nuka Willsen Møller

Í øllum hesum er tað vón, ið er høvuðsboðskapurin. Náttarsvøvnurin bleiv betri aftaná, at Gukki fór í sálarliga viðgerð, og arbeiðið við at ”fylla rivurnar í sálini við litum”, sum hann nevnir tað, fór í gongd. Úrslitið av hesum – 42 myndir, har av átta verða sýndar fram fyri fyrstu ferð – verður nú hongt upp í Listasavni Føroya.

– Men har er eingin mynd, har hann er púra leysur. Hon fer heldur ongantíð at vera har, sigur listamaðurin.

– Tað fúla hevur tú við tær, líka til tú letur eyguni aftur fyri síðsta ferð. Spurningurin er, um tú lærir teg at liva við tí, og møguliga brúka tað til nakað uppbyggjandi. Tað havi eg valt at gera.

Tey vaksnu vendu ryggin til

Listaverkini hjá Gukki Nuka Willsen Møller, ið øll eru gjørd á snildfon, eru full av litum, trøum og ísi, men listamaðurin gevur eisini sínum egna kroppi ein stóran leiklut í listini. Misnýtslan, ið Gukki bleiv útsettur fyri í barndómsárunum, gjørdi, at allan ungdómurin, har man gjarna skal sleppa at ballast, mennast, vera lotur og klombrutur og at læra ta góðu kynsligu samveruna at kenna, hvarv. Gukki hevur fleiri ferðir roynt at taka lívið av sær, og arbeiðir enn í dag við at kunna njóta eitt kynsligt lív, ið er púra frítt frá pínu.

Frá tá ið Gukki Nuka var 11 til hann bleiv 14, bleiv hann kynsliga misnýttur av fótbóltsvenjaranum hjá sær í Grønlandi. Í hesum tíðarskeiðnum var misnýtslan bert sálarlig, tað snúði seg um regluliga happing við kynsligum undirtónum, ið bleiv meira og meira ágangandi.

– Hann fór at blíva nærgeingin, og segði nøkur ting hart. Eg eri sjálvur vissur í, at tey vaksnu hoyrdu tey tingini, men eg veit tað ikki. Men reaktiónin var, at tey smíltu, vendu ryggin til og fóru, greiðir Gukki frá.

Tey vaksnu vildu ikki koma í stríð við hesum: Tað var ov bannhalgað.

Hóast listamaðurin sjálvur metir, at hann í hesum tíðarskeiðnum og seinni hevur roynt at sagt fólki rundan um seg frá um, hvat er hent, sigur hann eisini, at skríggið møguliga hevur verið vent inneftir.

Lesið meira undir myndini.

Tá ið Gukki varð 14, broyttist tað heila. Gukki bleiv harðliga neyðtikin.

– Har eru stór, tóm hol í minninum. Men summi ting minnist eg klárt. Sovorðið, sum at eg bleiv tveittur runt og endaði á búkin. Hann var stórur og sterkur, og eg var lítil og neyðarsligur. Eg kundi ikki røra meg, eg hugsaði, at eg fái heilt forbannað ilt, og gud er ikki til.

– Øll hesi verkini eru um mína søgu, men eisini um gongdina í øllum teimum árunum, sum eg havi livað við hesum, greiðir Gukki frá.

Hann vísir tó á, at myndirnar eru meira almennar enn so, og kunnu skiljast á tveir mátar.

– Man kann síggja myndirnar og fáa eina kenslu av, at hetta er ein persónur, ið er við at upploysast. Men man kann eisini síggja ein persón, ið er við at lekjast, og har tað, sum er oyðilagt í kroppinum, er við at blíva sjónligt.

Kann misnýtsla fyrigevast?

Fótbóltsvenjarin hjá Gukki Nuka Willsen Møller var eisini tyrluskipari. Hann doyði í einari tyrluvanlukku í 1990. Maðurin bleiv ongantíð skuldsettur, ongantíð dømdur, ongantíð revsaður.

Men Gukki, ið er trúgvandi, metir, at fyrigeving má til, um man skal klára at leggja hesar upplivingarnar afturum seg.

– Tað er sera loysandi, og man sleppur av við eina tunga byrðu. Tað skal heilt ólukksáliga nógv til, áðrenn man kann fyrigeva onkrum, sum hevur oyðilagt lívið fyri ein, men hvat annað skal man gera, spyr Gukki.

– Eg hevði ikki trúð, at eg fór at megna at fyrigeva mær sjálvum í skuldarkensluni og skommini. Eg fyrigav venjaranum, men ikki fyrr enn eg megnaði at fyrigeva mær sjálvum.

Og fyrigeving gjørdi ódjórið til tað, ið Gukki lýsir sum eina ”lítla, andstyggiliga menniskju”, ið hóast alt eisini hevði tørv á hjálp.

– Tann, sum neyðtekur, er eisini eitt offur, sigur Gukki, og peikar á, at kynslig misnýtsla í summum førum kann vera ein ónd ringrás í familjum, enntá í heilum bygdum.

– Tey smáu samfeløgini loyvdu ikki fólki at kunna viðgera teirra upplivingar. Tað er í teimum smáu samfeløgunum, at vit skulu út og gera mun, sigur hann, og vísir á, hvussu týdningarmikið tað tí er, at eitt uppsøkjandi arbeiði verður gjørt. Hetta er nakað, ið man hevur fingið í Grønlandi.

Hvat kann so gerast?

Mangir løkir smáir gera stórar áir, vísir Gukki á, og upplýsing og umrøða eru sambært honum í ferð við at broyta hugburðin um kynsliga misnýtslu, bæði í Grønlandi og aðrastaðni.

– Eg havi fingið ótrúliga nógvar fráboðanir aftaná, at eg sýndi mína list fram í Nuuk fyrstu ferð. Bæði frá fólkum, sum eg kenni, og fólkum, sum eg ikki kenni, frá ung til gomul og úr øllum støðum í Grønlandi: Bæði fólk, ið hava upplivað misnýtslu, og fólk, ið hildu, at tað var sterkt og djarvt av mær at gera hetta. Bæði listaverkini, men eisini tað, at man hevur tosað so nógv um evnið í miðlunum, hevur gjørt, at fólk hava torað at leita sær hjálp, sigur Gukki Nuka Willsen Møller.

Sum vit vístu á í Dimmalætting í farnu viku, er áhugin hjá politikarum sum heild avmarkaður, tá ið tað snýr seg um at tosa um kynsliga misnýtslu. Gukki heldur tað ikki vera til at skilja.

– Tá man hyggur eftir, hvussu nógv hetta kostar samfelagnum í pengum vegna øll tey, sum enda sum rúsmisnýtarar, alkoholikarar ella kvinnur og menn, ið eru harðlig, vildi tað loyst seg so nógv betur at stuðla teimum, ið arbeiða við at hjálpa, ordiliga, sigur hann.

– Tað er torført at fáa politikarnar til at lurta. Teir hugsa nokk ov fýrakantað. Men har má vera onkur av teimum, sum duga at síggja, hvussu stóran mun tað kann gera.

Lesið meira undir myndini.

Listin, tað at umrøða trupulleikan, og upplýsing um evnið skulu til, um tingini skulu blíva betri.

– Hjá mær er tað øðiliga týdningarmikið at ikki bara arbeiða við at sløkkja eldin, tað vil siga at hjálpa teimum, ið eru blivin misnýtt, men eisini at fyribyrgja, at tað hendir hjá øðrum ungum fólkum, greiðir hann frá.

Tí kannar eisini Listasavn Føroya nú møguleikarnar fyri at skipa fyri undirvísing í føroyskum skúlum í hesum sambandi.

– Um man kann hjálpa bara einum manni, so hevur hetta verið arbeiðið vert, sigur Gukki Nuka Willsen Møller, listamaður.