Stjórnarflokkurin í Georgia hevur nú gjørt av at sleppa einum umstríddum lógaruppskoti, eftir at mótmæli og samanbrestir hava verið í landinum seinastu dagarnar.
Tað er serliga í høvuðsstaðnum Tblisi, at tað hevur gingið hart fyri seg, og fleiri samanbrestir hava verið millum løgreglu og mótmælisfólk um uppskotið, sum mótmælisfólkini vilja vera við hevur til endamáls at skerja frælsið hjá miðlum og almannagagnligum felagsskapum at virka frítt í Georgia.
Varð uppskotið samtykt, fór at verða neyðugt hjá miðlum og felagsskapum, sum fingu í minsta lagi 20 prosent av teirra fígging úr útlondum, at skráseta seg sum ”útlendskar agentar” hjá georgisku myndugleikunum.
Andstøðingar vilja vera við, at lógaruppskotið er sera líkt teimum, ið longu eru samtykt í Russlandi og øðrum grannalondum, og sum hevur til endamáls at styrkja valdið hjá stjórnini og gera miðlar og sivilsamfelag veikari. Av somu orsøk hava mótmælisfólkini kallað lógaruppskotið fyri "russiska lógin".
Í gjár var neyðugt hjá løgregluni at nýta táragass og vatnkanónir uttan fyri tjóðartingið í Tblisi fyri at fáa tamarhald á mótmælisfólkunum.
Georgia er eitt av londunum, ið hevur biðið um ES limaskap, men uttanríkisstjórin í ES, Josep Borell, hevur sambært BBC sagt, at nýggja uppskotið er í sterkari andsøgn við evropeisku virðini.
Stjórnarflokkurin hevur gjørt greitt, at flokkurin metir, at uppskotið er misskilt, men at avgerð er tikin um at taka uppskotið aftur kortini.