Georgia og Moldova nærkast ES-limaskapi

Georgia hevur søkt um limaskap, meðan Moldova er í einari tilgongd at søkja um limaskap

Sigurjón Einarsson
4. mars 2022 kl. 13:51

Eftir at Ukraina hevur søkt um limaskap í ES, so ger Georgia nú tað sama.

Forsætisráðharrin í Georgia, Irakli Garibasjvili, undirskrivaði í gjár, hósdagin 3. mars, umsóknina um limaskap í ES, ið nú er send til Brússel.

Tað skrivar Reuters.

Umsóknin til ES úr Georgia kemur mitt í stríðnum, har russiskar herdeildir hava tikið seg inn í Ukraina, sum fyrr í vikuni sendi umsókn um limaskap í ES.

Tíggjutúsundtals fólk í Georgia hava seg í høvuðsstaðnum, Tbilisi, fyri at vísa samhuga og solidaritet við Ukraina, men har tey samstundis krevja, at stjórnin í Georgia ger meira við at fordøma Russland og taka undir við revsitiltøkunum, sum altjóða samfelagið hevur sett í verk.

Tað hava eisini verið samanbrestir millum Georgia og Russland millum ár og dag. Í 2008 tók Georgia seg inn í landslutin Suður-Ossetia, sum síðan 1992 – í roynd og veru – hevur havt sjálvræði. Russiskar herdeildir svaraðu beinavegin aftur og róku georgisku úr økinum, men ikki nokk við tað. Russiskar herdeildir tóku seg eisini inni í Georgia, og í hundraðtals fólk mistu lívið teir fimm dagarnar, sum innrásin vardi.

Næstan 20 prosent av Georgia er enn undir russiskum hervaldi.  

(Georgia í dag. Reyða økið er undir russiskum hervaldi)

Moldova er eisini, sambært Reuters, undir einari tilgongd at søkja um limaskap í ES.

Eins og við Ukraina og í Georgia, so er eitt lítið innlendisøki í norðara parti av Moldova, sum hevur sera tætt tilknýti til Russlands. Lítli bletturin eitur Transnistria, og er viðurkent av Russlandi.

(Transnistria liggur í norðara parti av Moldova - beint við markið til Ukraina. Mynd: Wikipedia Commons)