Georgia: Munurin nú færri enn 3.500 atkvøður

Spenningurin um úrslitið av amerikanska valinum er framvegis stórur og eisini vaksandi, serliga tá hugsað verður um statin Georgia, sum demokratarnir ikki hava vunnið síðan Bill Clinton stillaði upp

Sveinur Tróndarson
6. november 2020 kl. 00:31

Amerikanska forsetavalið er ikki liðugt enn, tí teir sokallaðu svingstatirnir, teir har tað ofta er javnt, eru ikki liðugt upptaldir.

Serliga eru tað statir sum Georgia og Pensylvania, sum fólk hava eyguni eftir, tí har minkar munurin millum valevnini bæði bara.

Fyrr í dag varð farið undir uppteljingina aftur, og sjálvt um munurin frá Donald Trump niður til Joe Biden var nokkso stórur, tá uppteljingin av brævatkvøðunum byrjaði, var greitt, at her kundi veruliga gerast heilt spennandi.

Og fyri løtu síðan kunngjørdi NBC News, at munurin millum teir báðar, nú tað bara manglar at telja eitt prosent av atkvøðunum, er heilt niðri á 3.486 atkvøðum. Donald Trump hevur 2.446.850 atkvøður og Joe Biden hevur 2.443.364 atkvøður.

Spurningurin er so, um tað kann eydnast Joe Biden at knógva seg fram um Donald Trump í tali av atkvøðum, og akkurát tað halda amerikanskir valgreinarar at hann kann. Higartil eru umleið 4,9 milliónir atkvøður upptaldar í Georgia, og tá tað svarar til 99 prosent av samlaða atkvøðutalinum, so merkir tað, at eitt prosent svarar til umleið 50.000 atkvøður. Tað vil aftur siga, at tað møguliga eru umleið 50.000 atkvøður eftir at telja upp í Georgia.

Spurningurin er so, hvussu nógvar av teimum brævatkvøðunum, sum eru eftir, fara til Joe Biden og hvussu nógvar fara til Donald Trump. Har hevur tað fyrst og fremst við tað at gera, hvørjum valdømum atkvøðurnar stava. Koma tær úr republikanskum økjum, kann henda, at meirilutin av teimum fer til Donald Trump, koma tær úr bláum valdømum, er sannlíkt, at tær fara til Joe Biden.

Undan valinum talaði forsetin so nógv niður á hesar brævatkvøður, at valgreinarar hjá millum annað NBC News siga, at tað er sannlíkt, at nógv tann størsti parturin av brævatkvøðunum fer til Biden, og tí er nú slett ikki ósannlíkt, at hann vinnur valmenninar í Georgia.

Tá tað er sagt, at nokk eisini longu greitt, at atkvøðurnar í júst hesum statinum skulu teljast umaftur, hava lokalu myndugleikarnir í statinum boðað frá. Og tað fer so at draga úrslitið enn longur út.

Eisini í Pennsylvania er nú næstan púra javnt. Har var Donald Trump meira enn 600.000 atkvøður frammanfyri valkvøldið, men nú uppteljingin av brævatkvøðum er ígongd, er munurin minkaður niður í einki - 64.266 atkvøður - og har eru framvegis nógvar atkvøður eftir at telja. Higartil eru 94 prosent av atkvøðunum í Pennsylvania upptaldar, og tað svarar til næstan 6,5 milliónir atkvøður. Tað vil siga, at eitt har mangla góðar 400.000 atkvøður at gera upp.

Havandi stóra partin, sum Joe Biden longu hevur fingið, í huga, er ikki óhugsandi, siga amerikanskir valgreinarar, at hann eisini í fer at fáa ein stóran part av teimum atkvøðunum, sum eru eftir.