Georges Rouah heldur fram sum formaður í ÍF

Formaðurin og næstan øll nevndin hjá ÍF heldur fram

Ragnar Sjúrðarson
25. august 2023 kl. 16:40

ÍF hevði aðalfund í gjárskvøldi.

Tað skrivar fótbóltsfelagið úr Fuglafirði.

Hesi stóðu fyri vali sum nevndarlimir: Hjalti Lundsbjerg, Marta S. Thomsen, Annika Breiðaskarð og Georges Rouah

Tiltakslimir, ið stóðu fyri vali, vóru hesi: Linda Joensen og Fríði Reinert Petersen

ÍF skrivar á, at tað gleðiliga í hesum er, at øll - undantikið Annika - ynsktu at taka við afturvali.

Harumframt bjóðaði Rói Dalsá Olsen seg fram at stilla upp til nevndina. Øll uppstillaði vóru vald og einmælt samtykt.

Starvsnevndin hevur skipað seg soleiðis:

Georges Rouah - formaður

Hjalti Lundsbjerg - næstformaður

Høgni Á Lakjuni - kassameistari

Marta Thomsen - skrivari

Rói Dalsá Olsen - nevndarlimur

 ÍF takkar Anniku hjartaliga fyri hennara íkast tey seinastu 2 árini.

Eisini varð ungdómsnevnd vald, har ein nýggjur limur varð valdur inn. Kunning um, hvussu ungdómsnevdin er mannað og skipað, kemur seinni.