George R. R. Martin gevur legat til rithøvundaspírar

Høvundurin handan "Game of Thrones" vil rinda fyri, at rithøvundaspírar kunnu sleppa at luttaka á skriviskeiðnum...

Alda Nielsdóttir
29. januar 2018 kl. 14:22

Høvundurin handan "Game of Thrones" vil rinda fyri, at rithøvundaspírar kunnu sleppa at luttaka á skriviskeiðnum Clarion West Writers Workshop í Seattle í USA.

Í hesum døgum hevur heimurin meira brúk fyri undrum enn nakrantíð áður, heldur George R. R. Martin, ið hevur skrivað bókarøðina "A Song of Ice and Fire", ið væl umtókta sjónvarpsrøðin "Game of Thrones" byggir á. George R. R. Martin vil hjálpa við at skapa eina nýggja generatión av rithøvundum, og tí vil hann stuðla teimum, ið brenna fyri at skapa teirra egna fantasyheim.

Árliga heimsskapara-legatið (Worldbuilder Scholarship) skal senda ein rithøvundaspíra á 6 vikur langa skriviskeiðið, Clarion West Writers Workshop í Seattle í USA.

Øll hava møguleikan at fáa hetta legatið uttan mun til aldur, húðarlit, kyn, religión, heimland ella útbúgving, sigur Martin sambært The Guardian. Fyri at kunna fáa hetta legatið skal man tó hava tørv á fíggarligan stuðul og hava evnini til at byggja upp sín egna fantasheim og egin univers.

Bestu fantasy søgurnar bera okkum langt burtur frá øllum tí, vit kenna, til nýggjar verðir, ið vera verandi í huga okkara so leingi vit liva. Tey gerast onkursvegna verulig, skrivaði Martin á heimasíðu sína. Har finnast milliónir av fólki, ið ongantíð hava verið í Rom ella París, men kortini kenna tey Colosseum og Eiffeltornið aftur, tá tey síggja tað. Tað er nakað tað sama við støðum sum "the Shire, sigur Martin, ið vísir til J. R. R. Tolkien sum ein heimsskapara, sum ikki hevur sín javnlíka.

Clarion West er millum elstu og mest væleydnaðu skriviverkstøðunum í heiminum, sigur Martin, og hóast Clarion West bjóðar eina rúgvu av fíggjarligum stuðulsmøguleikum, kann mann ongantíð hava ov nógvar.

Martin, ið í hesum døgum er í ferð við at skriva 6. bókina í "A Song of Ice and Fire"-røðini, minnist væl hvussu tað var, tá hann júst var byrjaður sum rithøvundur, tá hann mátti stríðast við at selja bøkur og telja hvørt eitt oyra. Hann vónar, at heimsskapara-legatið fer at hjálpa tí næsta stóra fantasyhøvundanum á veg.

Sambært Clarion West fer legatið hjá George R. R. Martin at gjalda fyri undirvísing, gisting og aðrar útreiðslur. Fyrsti vinnarin av legatinum sleppur longu av stað í summar.