Bretski tónleikarin, George Michael, sum doyði í 2016, verður nú heiðraður við einari persónligari samlaramynt.
Samlarar kunnu longu nú fáa fatur á myntini. Hetta skrivar bretski myntaframleiðarin, The Royal Mint, í tíðindaskrivi.
Myntin, sum avmyndar George Michael við sólbrillum, er ein fagnaður til staklagið, "Faith", sum kom út í 1987.
George Michael bleiv fyrst heimskendur við bólkinum Wham, sum millum annað eru kendir fyri jólalagið, "Last Christmas". Eftir tað hevði hana eina langa og væleydnaða yrkiskeið sum einstaklingur.
Nýggja myntin er seinasta ískoyti til eina røð av samlaramyntum, sum heiðra tónleikarum. Aðrir tónleikarir, sum eru heiðraðir, eru millum annað David Bowie, Elton John og Queen.